Slapp undan revsing

Ein flogskipari hjá SAS, sum kom til arbeiðis við kenning á Arlanda-flogvøllinum í Stockholm fyr í ár, sleppur undan revsing, tí tað ber ikki til at prógva, at hann setti flogtrygdina í vanda.

Í rættinum var maðurin ákærdur fyri at rúsdrekkaflúgving, men rætturin kom til ta niðurstøðu, at tað er ikki prógvað, at maðurin hevði gjørt nakað, sum setti flogtrygdina í vanda. Tí fríkendi rætturin mannin.

Tá maðurin kom til arbeiðis á Arlanda-flogvøllinum í mai, var promillan hjá honum 0,96. Hann slapp kortini ikki í flogfarið, tí trygdareftirlitið steðgaði honum, skrivar TT.

Tann 46 ára gamli maðurin arbeiðir ikki hjá SAS longur.