Fyri eini løtu síðani hendi eitt ógvusligt ferðsluóhapp ímillum Hósvík og Hvalvík. Tað var ein bilur á veg norðureftir, sum fór niðan av vegnum og endaði við hjólunum í veðrið.
Sjúkrabilur varð sendur á staðið og av tí, at roykur kom úr bilinum, vórðu boð eisini send eftir sløkkiliðnum. Men tað vísti seg ikki at brúk var fyri sløkkiliðnumkortini, so tað fór avstað aftur. Bilførarin var einsamallur í bilinum og hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar, men løgreglan sigur, at hann slapp uttan mein.
Bilurin fór illa, men tíbetur var tað ikki so ógvusligt, sum tað sá út í fyrstuni, sigur løgreglan.
|