Íslendingar arbeiða longst

Tað er ikki serliga stórur munur á, nær fólk í teimum einstøku londunum í Evropa gevast á arbeiðsmarknaðinum. Tað vísa tøl hjá ES-hagstovuni

Tølini hjá Eurostat vísa, at íslendingar eru teir evropear, sum arbeiða longsta partin av lívinum, og í meðal fara íslendingar ikki av arbeiðsmarknaðinum, fyrr enn teir hava fylt 65.

Annars standa Norðurlond seg væl í yvirlitinum. Svøríki er á øðrum plássi, tí har eru fólk virkin á arbeiðsmarknaðinum, til tey eru 64,3 ár. Á teimum næstu plássunum eru Noreg, Bretland, Niðurlond og Sveis við einum pensjónsaldri millum 63 og 63,5 ár. Týskarar og spaniumenn eru í meðal 62,2, tá teir gevast.

Men tað eru lond, har fólk fara av arbeiðsmarknaðinum, áðrenn tey hava fylt 60. Slovakar eru í meðal 58,8 ár, tá teir gevast, og í Ungarn eru tey 59,3 ár. Í Kekkia, Kroatia, Fraklandi, Italia og Malta eru fólk í meðal millum 60 og 61, tá tey fara av arbeiðsmarknaðinum, og í Grikkalandi 61,5 ár.

Eurostat sigur, at tølini eru gjørd út frá hagtølum frá 20 londum fyri 2009.