Eftir at hava viðgjørt umsóknir frá teimum, sum veilja sleppa at fiska makrel í ár, hevur íslendski fiskimálaráðharrin hevur nú býtt ársins kvotu, sum er 145.000 tons.
Ráðharrin hevur gjørt av, at skip, sum hava fiskað makrel við troli ella nót í 2007, 2008 og 2009, og sum tí mugu metast at hava søgulig rættindi til at fiska makrel, sleppa at fiska góð 105.000 tons.
Frystitrolarar og onnur skip, sum frysta ella virka fiskin umborð, sleppa at fiska góð 31.000 tons. Skip, sum ikki frysta umborð, fáa góð 8.000 tons av kvotuni, og av hesum verða í minsta lagi 70 prosent ætlandi hagreitt uppi á landi.
At enda verða 845 tons latin skipum, sum fiska makrel við línu ella snellu.