Íslendingar hava fingið at vita, at eingin vandi er fyri, at Norröna gevst at sigla til Íslands. Tí heldur Seyðisfjarðar Kommuna eisini fram við arbeiðinum at gera ferjulegu til nýggju Norrönu fyri 50 til 60 milliónir krónur.
Norröna er einasta ferjusambandið, íslendingar hava við hini norðurlondini. Tí gjørdust íslendingar rættuliga ørkymlaðir, tá tað fríggjadagin frættist, at vandi var fyri, at týska skipasmiðjan, sum byggir nýggju Norrönu, fór at steðga arbeiðinum og møguliga eisini leggja hald á gomlu Norrönu.
Eingin vandi
Men skjótt fingu íslendingar at vita, at eingin vandi er fyri, at Smyril Line gevst at reka farleiðina til Íslands.
Jónas Hallgrímsson, nevndarformaður í Smyril Line og stjóri á Austfar H/F, sum er umboðar Smyril Line í Íslandi, segði við íslendska útvarpið fyrradagin, at tað stóð væl til hjá Smyril Line, og teir trupulleikarnir, sum høvdu tikið seg upp, fóru at verða ordnaðir.
Austfar, sum Jónas Hallgrímsson er stjóri fyri, er ein av íslendsku partaeigarunum í Smyril Line. Íslendingar eiga nevniliga 8 % í føroyska felagnum.
Seyðisfjarðar Kommuna, sum er farin at byggja ferjulegu til nýggju Norrönu, er eisini partaeigari í Smyril Line.