Liverpool legði seg annars á odda 1-0 beint fyri steðgin, men móti endanum av dystinum ímóti Reading kom Liverpool undir trýst. Og tveir minuttir inn í yvirtíðina fekk Reading brotsspark. Tað setti íslendski landsliðsspælarin Gylfi Sigurðsson trygt í málið til 1-1.
Neyðugt var tí við umdysti, og tá brillieraði íslendski bakkurin Brynjar Gunnarsson í høgru síðu, áðrenn hann sendi eitt gott innlegg í høvdið á Shane Long, sum skoraði til 2-1. Í verjuni var liðformaðurin Ivar Ingemarsson ein sannur klettur, og Reading helt leiðsluna dystin á tamb.
Tað var eitt skot fyri bógvin hjá Liverpool, at Fernando Torres noyddist út í fyrra hálvleiki, og at Steven Gerrard mátti gevast í hálvleikinum.
Liverpool, sum er farið úr Champions League og stríðist í landskappingini, hevur nú heldur ikki FA Cup heiðurin at spæla fyri.