Íslendingar keypa seg inn í føroysku rækjuvinnuna

Útlendskur kapitalur ger meiri og meiri um seg í føroysku fiskivinnuni. Higartil hevur mest verið tosað um nótaskip og línuskip. Men tykist tað sum um rækjuvinnan eisini stendur fyri tørni

Tað tykist sum um útlendskur kapitalur rættiliga hevur gjørt innrás í føroysku fiskivinnuna.

Um tað er gott ella ringt, veldst um eyguni í síggja.

Tað eru tey, sum siga, at vit hava ikki ráð at endurnýggja fiskiflotan uttan við útlendskari hjálp.

Hnvegin síggja summi ein stóran vanda í at vit ?avreiða? fiskivinnuna á útlendskar hendur.

Higartil hevur mest verið tosað um útlendsk áhugamál í nóaflotanum og í línuflotanum.

Men nú tykist tað sum um eisini rækjuvinnan stendur fyri tørni.

Tí nú frættist, at eitt íslendskt rækjuskip skal koma undir føroyskt flagg við føroyskum og íslendskum kapitali.

Umrødda skip skal so á Flemmish Cap í summar at fiska rækur við einum føroyskum loyvi.

Talan er um eitt loyvi, sum ikki hevur verið brúkt, og sum hesin báturin skal hava.

Føroyngar hava 1.606 fiskidagar á Flemmish Cap.

Ætlanin hevur vakt miklan ans á feltinum og summir rækjuskiparar eru ógvuliga misnøgdir um, at hetta ber til, tí teir siga, at umstøðurnar á Flemmish Cap eru nóg trongar sum er.

Formaðurin í felagnum rækjuskip, Jákup Egholm Hansen, er ikki kunnaður um ætlanina.

Men hann sigur, at hetta er ikki eitt mál, sum felagið hevur viðgjørt.

Hann veit heldur ikki um talan er um eitt mál fyri felagið, tí eftir, hvat skilst er talan ikki um eitt nýtt loyvi, men um eitt loyvi, sum ikki hevur verið brúkt.

Hetta er ivaleyst eitt mál, sum vit koma at hoyra meiri um seinni