Íslendingar minnast flogvanlukku

Í kvøld verður minningarhald við bønarløtu í Dómkirkjuni í Reykjavík, har fólk fara at minnast tey, sum fórust, tá flogfarið Glitfaxi datt niður tann 31. januar í 1951. Tað er presturin Hjálmar Jónsson, sum stendur fyri bønarløtuni, og ljós verða tendrað til minnis um tey, sum doyðu.

Glitfaxi var á veg úr Vestmannaoyggjunum og gjørdi seg til at seta seg á flogvøllin í Reykjavík, tá tað brádliga datt niður í havið. Øll tey 20, sum vóru í flogfarinum, doyðu.

Vrakið av flogfarinum er ongantíð funnið, skrivar Morgunblaðið.