Tølini siga, at grannar okkara fyri vestan tykjast fullkomuliga hava broytt áskoðan upp á limaskap í Europeiska Samveldinum Íslendska Morgunblaðið veit at siga, at ein stórur meiriluti av íslendingum nú gongur inn fyri, at Ísland fer at samráðast við ES um limaskap.
Bara 19,7 prosent siga seg vera ímóti, at farið verður undir samráðingar.
65,5 prosent taka undir við, at stjórnin fer undir samráðingar við ES.
Talan er um heilt nýggja støðu. Tí inntil fíggjarliga skrædlið holvdi inn yvir Ísland tíðliga í heyst, vístu allar kanningar, at íslendingar vóru ímóti ES limaskapi.
Í Íslandi verður roknað við, at búskapurin í ár fer at verða 10 prosent minni, enn hann var í fjør. Døpru útlitini tykjast hava fingið íslendingar at leita eftir loysnum, sum teir inntil fyri stuttum ikki vildu tosa um.
Ósemja er millum stjórnarflokkarnar í ES spurninginum. Javnaðarflokkurin hevur leingi verið ES vinarligur, meðan stóri stjórnarflokkurin, Sjálvstæðisflokkurin hjá Geir Haarde forsætismálaráðharra, hevur verið ímóti.
Nú hóttir Javnaðarflokkurin við at taka seg úr stjórnarsamstarvinum, um forsætismálaráðharrin ikki innan hesin mánaðurin verður liðugur boðar frá, at hann er sinnaður at fara undir samráðingar við ES.
Politiken veit at siga, at tað millum íslendskar politikarar verður tosað um at halda val til Altingið og fólkaatkvøðu um ES limaskap sama dag.
Aftur leygardagin var mótmælisfundur frammanfyri Altingið. Sambært Morgunblaðnum metti íslendska løgreglan, at eini 1500-2000 fólk møttu til fundin, har rithøvundurin Einar Már Guðmundsson og Halldóra Guðrún Ísleifsdóttir, adjunktur, røddu.