Íslendingar vilja hava ES og evruna

Ein stórur meiriluti av teimum íslendsku veljarunum vilja hava stjórnina at søkja um limaskap í ES. Teir vilja eisini hava evruna til gjaldoyra Ein nýggj meiningakanning vísir, at nú er stórur meiriluti í Íslandi fyri at senda eina umsókn til Bruxelles um limaskap í Evropasamveldinum.

Av teimum spurdu svara 68,8 prosent, at stjórnin eigur at senda eina umsókn til Bruxelles 31,3 prosent siga nei.

Kanningin vísir, at tað eru serliga veljarar hjá tí stóra stjórnarflokkinum, Sjálfstæðisflokkinum, sum hava broytt hugsan um limaskap í ES. Fyri einum ári síðani vóru 26 prosent av veljarum floksins fyri ES-limaskapi. Nú er parturin 50,5 prosent, skrivar Morgunblaðið.

Samstundis siga 72,5 prosent, at Ísland eigur at fáa sær evruna sum gjaldoyra ístaðin fyri ta íslendsku krónuna. 27,5 prosent eru ímóti.