Íslendski fiskifrøðingurin Jón Kristjansson, sum Jørgen Niclasen hevur biðið um at geva eina óhefta meting, um tað er rætt at minka um fiskidagarnar, hevur gjørt sítt tilmæli til Jørgen Niclasen.
-Eg dugi ikki at síggja nakra orsøk til at broyta fiskidagatalið í komandi ári. Teir háttir sum nú verða brúktir til at meta um stovnarnir duga ikki, um tú skal hava eina meting av hvussu stovnurin hevur tað akkurát nú. Teir kunnu brúkast til at skriva søgu og hvussu gongdin hevur verið, uttan tó at teir eru akkurátir. Verandi útrokningarháttirnir kunnu skráseta samlaðu deyðiligheitina hjá fiskastovnunum, men geva eina skeiva mynd av veiðutrýstinum, tí fiskadeyðin er støðugur í einum umhvørvi har umstøðurnar annars eru óstøðugar og skiftandi, sigur Jón Kristijansson í niðurstøðuni
-Fiskidagaskipanin er bygd á eftirlit av avleiðingum og er tí væl egnað til at fáa meira burturúr tá nógvur fiskur er til. Tá stovnarnir eru væl fyri og hetta yvirskot kann ikki gangnýtast undir eini vanligari kvotuskipan. Harumframt minkar fiskidagaskipanin um útblaking og forðar fyri fiskiskapi, har skilt verður á dekkinum, soleiðis at bara tann dýrasti fiskurin verður førdur til lands. Tað er lítið sannlíkt, at veiðutrýstið gerst ov stórt í einum fiskiskapi ið byggir so nógv á snellu og línuveiðu, sigur Jon Kristijansson.
-Eg haldi heldur ikki, at okkum tørvar at taka atlit fyri eini øking í veiðutrýstinum, tí flotin er vorðin effektivari, sigur Jón Kristijansson
Fiskirannsóknarstovan mælið til at at skerja fiskidagatalið við 25 prosentum yvir trý ár. Ein meiriluti í fiskidaganevndini mælir til at lata fiskidagatalið verða óbroytt í komandi fiskidagaárið.