Íslendsk skúlabørn lósu Sosialin

Í Greinivíkar skúla høvud tey herfyri »evropiskan dag«, har tey hoyrdu og lósu fleiri av heimsins málum ? eisini føroyskum

Í síðsta mánaði høvdu tey á Greinivíkar skúla í Greinivík í Íslandi ein »evrópiskan dag«. Ein táttur hendan dagin var at lesa føroysk bløð, sum skúlastjórin hevði biðið um frá Sosialinum.

? Tað er so stuttligt at royna at lesa føroyskt, tí vit skilja næstan alt, hóast vit ikki hava lært tað, segði Björn Ingólfsson, skúlastjóri við Sosialin.

? Evrópiski dagurin fór fram á tann hátt, at allir næmingar fingu at hoyra okkurt úr ymsum evropiskum málum. Eitt nú fóru næmingar úr triðja flokki, sum dugdi enskt, í fyrsta og annan flokk, til tess at lata tey hoyra eitt sindur av enskum máli, sum teir lósu úr eini enskari barnabók, sigur skúlastjórin.

Í eldru flokkunum, 5. til 10. flokk, lósu lærarar ymiskt, teir kendu av øðrum málum, eitt nú týskum, fronskum og finskum.

? Í danskttímanum, sum eg hevði í tíggjunda flokki royndi eg meg í føroyskum, sum eg tó ikki dugi rættuliga, men klári at lesa, sigur Björn Ingólfsson, skúlastjóri, og heldur fram.

? »Sosialurin féll vel í kramið og líka brandarinn sem ég prentaði út af heimasíðu B36 um manninn sem fór til himna af því að hann gekk framhjá húsi HB og söng: Við verðum Færeyjameistarar í ár!«, sigur Björn Ingólfsson at enda.