Slúsurnar opnast? Eg haldi, at føroyingar áttu at hugsað seg væl um og vurdera, um tað sum fyrigongur í løtuni er gott fyri okkum føringar?
Ella um tað kemur at geva okkum trupuleikar, og at vit koma at arbeiða sum trælir í egnum húsi? Ikki fyri danir - men brøðratjóðina fyri vestan, íslendingar.
Í fjør samtykti løgtingið, at lógarfesta Íslandssáttmálan og ikki at seta hann í gildi sum uppskot til samtyktar. Harvið setti løgtingið hendan sáttmála oman fyri nationala lóggávu.
Hesin sáttmálin skuldi verða hann, sum “globaliseraði” okkum føroyingar, segði onkur í ovfarakæti.
Virkningurin fyri okkum er hann, sum væntað av mongum?
Hvat hava vit so fingið burturúr av útflutningi, og av uppkeypum og íløgum í íslendsk vinnuvirkir, flakavirkir og skip, síðan hesin sáttmálin kom í gildi?
Mær kunnugt eru als ongar íløgur í vinnu - og tænastuvirkir á landi gjørdar av føroyskum virkjum síðan hoyvíkssáttmálin kom í gildi í nov. 2006.
Í útflutningshøpi av vøru frá Føroyum til Íslands verður tað ivaleyst eisini soltið - kanska onkur trollemmur, paunur, skerilinja ella transportørur til fiskivinnuna, mjólkavøra, møguliga nøkur egg av Velbastað, heilsøluvørur og kt forrit.
Øl og sodavatn frá bryggjarínum møguliga, tó einans um hesir klára at selja ávísa nøgd, annars rúka hesar vørurnar av hyllunum aftur. Um minimumkravið til sølu skal haldast, má bryggjaríið kanska inn at keypa sínar egnu vørur fyri at halda tær á hyllunum í ringasta fall.
Vónandi fáa tryggingarfeløgini okkurt burturúr, tá tryggingarlóggávn verður samtykt seinni í ár, tað vil tíðin so vísa.
Útflutningurin og innflutningurin er lítið broyttur
Føroyski útflutningurin og innflutningurin er lítið broyttur, um tikið verður til samanbering árini 2004-2007 fyri tíðarskeiðið nov-apríl hvørt ár - (Hoyvikssáttmálin kom í gildi í nov 2006, tí uppgerð frá nov til april): Sí talvu
Íslendingar hava “paradurnar” uppi
Í fiskiskip ber als ikki til at gera íløgur, orsakað av verjulóggávu í Íslandi, har einans íslendingar mugu eiga í fiskivinnuni á sjógvi.
Í fiskivinnuni á landi kunnu útlendingar verða minnilutapartaeigarar.
Tann, sum trýr upp á javnvág í hesum sáttmálanum, má verða superoptimistur. Sáttmálin skal byggja upp á javnsett rættindi hvør hjá ørðum, men sera trupult er at fáa eyga á hesa javnvág, og eg vænti hana heldur ikki, og gjørdi eisini vart við mín iva undir viðgerðini av sáttmálanum í løgtinginum.
Tað byrjaði við uppkeypi og íløgum í:
SMS og Bónus
Síðani
Skip (farmaskip og fiskiskip) og Fiskavirkingsvinnuna
harfrá til infrakervið á landi (flutningsfyritøkur)
víðari til skipasmiðjuuppkeyp síðani tænastuvirksemi innan flutning
síðani betongstoypivirki
og iveleyst okkurt afturat, sum eg ikki havi fingið við.
Keypsmynstrið
Hyggur ein eftir keypsmynstrinum, so eru flestu av hesum keypum strategisk keyp fyri sera høgan kostnað, ið vit sum brúkarar koma at gjalda dýrt fyri - tí tey føra duopol og monopol við sær á avgerandi økjum.
Tak bert farmaflutningin og flutningskervið á landi t. d. – hevði tað eydnast at fingið meirlutan í Smyril Line fyri 14 døgum síðani so var fullgjørt.
Innan skipakeyp hava íslendingarnir eisini gjørt, at skip eftirhondini ikki eru keypandi, tí prísirnir sum teir umvegis “partnarar” hava bjóðað, skríggja til himmals um at okkurt er púra galið, antin við okkum ella teimum??
Hvat verður so tað næsta sum uppkeypt verður??
Atlantic Airways - tá tað verður einskilt??
Ella kanska Føroya Tele??
Við tíðini kanska tey 66% av Føroya Banka?? Livst so spyrst.
Lív tá 50% verða seld??
Vestlaks tá Føroya Banki selur?
Ella stórur partur av Faroe Farming tá/um Eik selur?
Um tað høvdu verið danir og donsk vinnulívsfólk, sum høvdu framt slík aggresiv uppkeyp í føroyskt vinnulív, sum íslendingar gera, hvat hevði loysingarvongurin tá sagt - teir sum nú sita sum ryssur yvir deyðum fyli og líta á og halda alt er so sára gott??
Minnist ein mann sum nevndist Frank Uhrenholt, ein dugnaligur danskur vinnulívsmaður, sum royndi at verða við í føroyskum vinnulívi. Hann var m. a. nevndarformaður eitt skifti í Fiskasøluni og átti m. a. í rækjuskipið og fiskavirkisvinnu á landi í Føroyum, men hesin bleiv tá hongdur út í bløðunum dag og dagliga, tí hann dittaði sær at koma her og gera íløgur og “taka” frá okkum føroyingum.
Eg haldi, at ein kann ásanna, at er navnið á barninum “íslendskt,” so ber alt til og flestu tiga fyri frið skuld - og alt er so sára herligt, men - er tað hann “danin”, ja so er hann “fanin”.
Um somu uppkeyp av virkjum og skipum og “keypshugur” annars var blivin framdur av dønum í føroyskt vinnulív, so eri eg vísur í, at vit ídag høvdu havt bæði skrúðgongur og krav um fólkaatkvøðu og loysing, tí imperialistarnir nú aftur vóru við at taka land og undirgrava okkum sum fólk, - okkara sjálvsavgerðarrættur hevði verið í vanda, rokni eg við at onkur vildi sagt.
Reella maktin hvar liggur hon?
Vit eiga at spyrja okkum - hvør hevur reelt politisku maktina, tá íslendingar fara at sita á
vinnulívi, flutningi og finanssektorinum?
Eg haldi, at føringar áttu at hugsað seg væl um og vurdera, um tað sum fyrigongur í løtuni veruliga er gott fyri okkum føroyingar - ella um tað yvir tíð kemur at geva okkum trupulleikar, og at vit, kanska uttan at hugsa um tað, koma at virka/arbeiða sum trælir í egnum húsi - ikki fyri danir, men brøðratjóðina fyri vestan - íslendingar.
Vágur 19.06.2007