Íslendski dómarin hevur dømt á Svangaskarði áður

26 ára gamli dómarin, Helgi Mikael Jónasson skal døma U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Ísrael á Svangaskarði í morgin

Klokkan 17 í morgin verður dystur á Svangaskarði á Toftum.

Talan er um ein U21 EM-undankappingardyst millum Føroyar og Ísrael. Eingir áskoðarar eru loyvdir til dystin.

FM1 sigur sjálvandi frá dystinum.

Tá liðini møttust í Ísrael 15. oktober í fjør vann Ísrael 3-1. Hugin Samuelsen skoraði føroyska málið.

Tað verður bert 26 ára gamli Helgi Mikael Jónasson úr Íslandi sum skal døma dystin.

Helgi Mikael Jónasson hevur dømt á Svangaskarði einaferð áður. Tað var 31. juli í 2016, tá KÍ vann 3-0 á B68.

Helgi Mikael Jónasson hevur dømt 60 dystir í Pepsideildini í Íslandi, og hann hevur eisini dømt ein U23 Premier League dyst.

Hann hevur dømt 10 altjóða dystir higartil. Spennið er millum U17 landsdystir til Europa League undankappingardystir. 

FØROYAR (U21) - ÍSRAEL (U21)
1. Dómari:  Helgi Mikael Jónasson (ISL)
Hjálpardómari 1: Birkir Sigurðarson (ISL)
Hjálpardómari 2: Þórður Arnar Árnason (ISL)
4. Dómari: Vilhjálmur Alvar Þórarinsson (ISL)
UEFA dómaraeygleiðari: Mark Steven Whitby (WAL)
UEFA umboðsmaður: Róbert Agnarsson (ISL)