Stóra fótbóltsheimasíðan WhoScored.com hevur sett liðið fyri 1. umfari í bólkaspælinum í EM-endaspælinum í Fraklandi, nú øll 24 liðini í EM-endaspælinum hava spælt ein dyst hvør.
Íslendski málverjin, Hannes Halldórsson verjir málið á liðnum, sum WhoScored.com hevur sett fyri 1. umfar í EM-endaspælinum. Hannes Halldórsson er eisini málverji hjá norska felagnum, Bodø/Glimt, og stóð framúr væl í dystinum ímóti Fraklandi í gjárakvøldi.
Millum hinar spælararnar, sum eru valdir til liðið fyri 1. umfar, sum WhoScored.com eru Dimitri Payet (Frakland), Toni Kroos (Týskland), Shkodran Mustafi (Týskland), Luka Modric (Króatía), Fabian Schär (Sveis), Andrés Iniesta (Spania), Zoltán Gera (Ungarn), Gareth Bale (Wales) og Wes Hoolahan (Írland).