Íslendskur dansur í Føroyum

Leygarkvøldið fer íslendskur dansibólkur at sýna fram ymsar íslendskar og europeiskar dansir í Norðurlandahúsinum

 

Dansur


Dansibólkurin Sporið av Borgrafirði í Íslandi fer leygarkvøldið klokkan hálvgum átta at sýna fólkadans í Norðurlandahúsinum.

Í tíðindaskrivi verður heitt á fólk, sum hava áhuga fyri dansum sum reel, mazurka og slíkum fólkadansum at leggja sær leygarkvøldið av til at koma í Norðurlandahúsið.

Í dansibólkinum Sporinum eru 18 dansarar, sum fara at sýna fram íslendskar dansir, eins og tey fara at vísa íslendskar útgávur av ymsum europeiskum dansum saman við serstøkum hóp- og sangdansum, sum sagt verður í tíðindaskrivinum.

Eisini eru tveir tónleikarar við, sum fara at stuðla dansarunum við tónleiki og dansi undir framsýningini leygarkvøldið 8. september klokkan 19.30.