íslendskur vinnarabólkur á G!

Íslendski surf-rockbólkurin, Bárujarn, vann Cod Wars kappingina, sum er största tónleikakappingin í íslandi við yvir 100 luttakandi bólkum. Jón Tyril frá G! var sjálvur ein av dómarunum í kappingini, har ein av vinningunum var at sleppa á G! at spæla.

Bárujárn var stovnaður í 2008 í Reykjavík. Bárujárn spæla surf-íblástan rock n´ roll við íslendskum tekstum. Fyrsta plátan hjá bólkinum kemur eftir ætlan út í heyst í ár.

Limirnir í bólkinum er Oddur Báruson, ið spælir bass, Leifur Ýmir Eyjólfsson, ið spælir trummur, Hekla Magnúsdóttir, sum spælir theramin og Sindri Freyr Steinsson, sum spælir guitar og syngur.

Jón Tyril sigur, at G! Festival hevur sum eitt av endamálum sínum at byggja upp sambond við grannalondini, soleiðis at tónleikur og tónleikarar kunnu ferðast mest møguligt millum londini.

-Norðurlendskur tónleikur er rímiliga nógv frammi í Føroyum, men enn haldi eg, at vit hoyra í so lítið til íslendskan tónleik her heima. Her hugsi eg bæði konsertir og í útvarpi og sjónvarpi, sjálvandi burtursæð frá Björk, Sigur Rós, Bubba og Jógvan. Í mun til fólkatalið hevur Ísland ein hin ríkasta tónleikapallin í heiminum. Og Íslendsku miðlarnir gera nógv burturúr tá føroyskir bólkar fara yvir og fólk eru tískil eisini rösk at koma á konsert hjá føroyskum nøvnum sum vitja. Vit gera so okkara besta fyri at gera teir bólkarnar kendar, sum vit hava á skrá, og ivast ikki í at fólk taka væl í móti teimum. G! hevur seinastu árini havt m.a. Mugison, Pétur Ben, Bloodgroup, Hjálmar, Dr Spock og onnur íslendsk növn á G! Í ár sleppa Bárujarn og FM Belfast framat pallinum á G!, sigur Jón Tyril.