Sleppa aftur at búgva saman

Tey trý menningartarnaðu fólkini, sum í yvir 30 ár hava búð saman, skulu kortini hereftir ikki búgva hvør sær.

Í seinastu viku vórðu tvey teirra flutt úr sambýlinum í Svanga í onnur sambýli, men tey avvarðandi mótmæltu, og tey fingu ein fund í lag við Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum.

Í gjár var fundur millum Anniku Olsen og Petru Jónsdóttir, stjóra í Almannaverkinum, og eftir tann fundin kom fráboðan frá Almannaverkinum, at tey trý menningartarnaðu fólkini aftur skulu búgva saman í sambýlinum í Svanga.