Sleppa at halda jól í Nazaret

Muslimiski borgarstjórin góðkennir jólahaldið í Nazaret

Tá ið amerikanski forsetin, Donald Trump, herfyri viðurkendi Jerusalem sum høvuðsstað í Ísrael, skapti tað vreiði í pørtum av heiminum. Ein av teimum, sum gjørdist firtin, var muslimiski borgarstjórin í Nazareth, Ali Salam. Hann gjørdi ikki mætari enn at avlýsa ársins jólahald í Nazaret, har Jesus hevði sín uppvøkstur. 


Hendan fráboðan fekk eisini nógvar ákoyringar, og so hvørt jólini nærkaðust, øktist trýstið á borgarstjóran, tí sum vant komu nógv fólk og pílagrímar til býin at halda jól.

Berlingske skrivar, at fyrradagin staðfesti Ali Salam, at býurin sum vant fer at taka ímóti jólagestum, og tey sleppa at halda jól. Hann nýtti høvi at siga, at Nazaret hevur handilslig áhugamál í jólunum, og tí er ikki so lætt at avlýsa jólini.


Roknað verður við at ein hálv millión fólk koma til Nazaret á jólum.