Sleppa ikki at síggja Ronaldo venja

Cristiano Ronaldo verður ikki til at hitta í morgin

Tað verður ikki møguligt hjá almenninginum at síggja Cristiano Ronaldo venja í morgin. Portugal skal venja klokkan 18.30, men bussurin við heimsstjørnuni koyrir beint inn á Tórsvøll, har almenningurin ikki sleppur framat. Tað boðar portugisiska fótbóltssambandið frá.

- Vit hava fingið boð um, at bussurin hjá teimum koyrir beint inn á Tórsvøll til venjingina í morgin, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í fótbóltssambandinum.

Venjingin er opin fyri fjølmiðlum í eitt korter. Síðani sleppur ongin at síggja restina av venjingini.

- Tað verður millum annað ikki møguligt at standa á Fimi fimleiðahøllini og hyggja eftir venjingini, sigur Virgar Hvidbro.

Sostatt verður ikki møguligt at heilsa upp á Cristiano Ronaldo til venjingina í morgin.