Sleppa ikki til Føroya at oyðileggja ólavsøkuna

Útlendskir felagsskapir ætla til Føroya á ólavsøku at mótmæla grindadrápi, men borgarstjórin sigur kortanei

Tað kann ikki koma upp á tal, at útlendskir felagsskapir sleppa til Føroya at mótmæla grindadrápi.

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn

 

Í síðstu viku frættist, at teir báðir týsku felagsskapirnir, ProWal og WDSF, ætla sær til Føroya á sjálvari ólavsøku at mótmæla grundadrápi.

Tey savna nú ein hóp av fólki saman, at koma til Føroya og tey gera samstundis vart við, at tað er als ikki av tilvild, at tey koma higar á ólavsøku, tí tey vita væl av, at tað er tjóðarhátíð okkara.

Og tey ætla, at mótmælið skal vera mitt í Havnini.

 

Les eisini: Tveir felagsskapir afturat til Føroya

 

Men tað vil borgarstjórin í Havn ikki hoyra talan um.

- Á ólavsøku sleppa tey ikki at hava eitt mótmæli í Havn ímóti grindadrápi, ger hann greitt.

Hann sigur, at tey kunnu koma higar at mótmæla nær tað skal vera, men á ólavsøku vilja vit hava frið fyri slíkum.

- Tað er ikki hóskiligt at brúka ólvsøkuna til at mótmæla ímóti grindadrápi, sigur Heðin Mortensen.

- Vit hava annað at brúka okkara tjóðarhátíð til enn slíkt, og hetta fara vit ikki at geva loyvi til.

 

- Eg haldi eisini, at tað er ótrúliga ósjarmerandi hugsa um slík mótmæli á ólavsøku, sigur Heðin Mortensen

 

Fyri at kunna skipa fyri tiltøkum á ólavsøku, krevst eitt serligt loyvi frá býráðnum.

- Tað gera vit nettupp fyri at hava tamarhald á, hvørji tiltøk eru á ólavsøku og tað verður undir ongum umstøðum talan um, at geva loyvi til eitt slíkt tiltak, sigur borgarstjórin.

 

Hann sigur, at býráðið fer at boða løgregluni frá, at tey vilja ikki hava eitt slíkt tiltak á ólavsøku.

- Tiltøk, sum verða fyriskipað uttanfyri skrá, kunnu oyðileggja fyrireikingarnar so tað er púra greitt, at tað fáa tey ikki loyvi til

 

Hann sigur, at hann fer eisini staðiliga at mæla løgregluni til at noka fyri einum slíkum mótmæli.

 

- Verður tað neyðugt eigur løgreglan at nokta teimum innferðarloyvi, sigur Heðin Mortensen.

- Tey eru vælkomin eina aðruferð, men tey sleppa ikki at oyðileggja okkara tjóðarhátíð, ólavsøkuna, leggur hann afturat.