Nú er ein stór forðing beind av vegnum í sambandi við ætlanina at byggja nýggja kirkju á Argjum á einum stykki beint við Sandá.
Tað hendir nú Innlendismálaráðið hevur góðkent eina umsókn frá Tórshavnar Býráði um at broyta byggisamtyktina fyri økið so at tað er loyvt at byggja kirkju á staðnum.
Ætlanin er at byggja kirkju, kirkjutorg og parkerkingspláss, men Innlendismálaráðið ásetir, at byggingin skal vera minst 20 metrar frá Sandá og til og frákoyring skal vera eftir Støðlagøtu.
Kirkjuráðið á Argjum hevur fingið ein grundstykki upp á 4000 fermetrar ímillum Støðlagøtu og Sandá til keyps frá Tórshavnar kommunu til at byggja nýggja kirkju á.
Men í byggisamtyktini er hetta stykkið sett av til almenningin, til náttúrufriðing og til mentanarlig endamál.
Sostatt er neyðugt, at broyta byggisamtyktina, fyri at tað yvirhøvur skal verða loyvt at byggja kirkju á stykkinum.
Men tað varð lættari sagt enn gjørt, tí tá ið býráðið samtykti broytingina, var tað við teprast hugsandi meiriluta við tað, at sjey býráðslimir vóru fyri og seks ímóti, so har leyp ongin atkvøða av.
Men málið mátti eisini til viðgerðar í friðingarnevndini, áðrenn tað at enda skuldi góðkennast í Innlendismálaráðnum.
Tað er ongin loyna, at á Argjum er ein ávís mótstøða ímóti ætlanini og tilsamans hava útvið 250 fólk skrivað undir eitt mótmæli ímóti, at kirkjan verður bygd á umtalaða stykki, tí talan er um eitt sermerkt øki
Málið hevur eisin verið til viðgerðar hjá friðingarmyndugleikunum tvær ferðir, men teir komu báðu ferðirnar til ta niðurstøðu, at økið er ikki so sermerkt, at tað skal friðast av náttúruávum.
Seinast, yvirfriðingarnevndin tók støðu til málið, var í september í ár.
Fingu loyvi
Málið varð eisini viðgjørt í býarskipanarnevndini í Innlendismálaráðnum og har hendi tað at nevndin fór í tvíningar.
Ein minniluti upp á tveir av teimum fimm nevndarlimunum, staðfesti, at tað er Tórshavnar Kommuna, sum er byggimyndugleiki og tá ið friðingarmyndugleikarnir ikki friðaðu økið, mælti minnilutin innlendismálaráðnum til at góðkenna, at byggisamtyktin verður broytt.
Hinvegin mæti meirilutin í býarskipanarnevndini innlendismálaráðnum frá at góðkenna broytingina, tí talan var um eitt serstakt øki.
Men Innlendismálaráðið hevur nú gjørt av at taka undir við minnilutanum í nevndini og hevur sostatt góðkent broytingina.
Sostatt er nú slóðað fyri, at kirkja kann byggjast á umrødda stykki á Argjum ímillum Støðlagøtu og Sandá Argjum.
Men hetta merkir ikki í sær sjálvum at kirkjan kann byggjast, tí fyrst skal býráðið geva henni byggiloyvi.
Og umsóknin til byggiloyvi fæst ikki, fyrrenn ein nágreinilig tekning fyriliggur sum vísir, hvussu nýggja kirkjan fer at taka seg út í lendinum.
Og hetta verður ikki einasta forðingin, sum er eftir.
Lógin nevniliga eisini, at er talan um eina á, sum er minst fýra metrar breið, má ikki byggjast nærri 300 metrar, uttan at friðingarmyndugleikarnar hava góðtikið tað.
Og tann spurningin hava friðingarmyndugleikarnir ikki tikið støðu til.
Tískil er greitt, at tá ið kirkjuráðið á Argjum fer at søkja um byggiloyvi, skal tað aftur leggjast fyri friðingarmyndugleikarnar av tí, at kirkjan er nærri enn 300 metrar úr Sandá.
Ein perla á Argjum
- Nýggja kirkjan á Argjum skal verða ein perla.
Tað staðfestir Bjartur Ó. Dalsgarð, sum er formaður í kirkjuráðnum á Argjum.
Hann fegnast um, at tað loksins er komið so langt sum til tað, at byggisamtyktin er broytt, so at tað nú er loyvt at byggja kirkju á stykkinum ímillum Støðlagøtu og Sandá.
- Vit hava bíðað eftir hesum í fýra ár, so vit eru fegin um úrslitið, sigur hann.
Hann sigur, at tá ið øll formlig viðurskifti eru fingin í rættlag, er ætlanin at bjóða arkitektum at kappast um at tekna nýggju kirkjuna.
Ætlanin er, at arkitektarnir skulu hava rættiliga fríar hendur, men kirkjuráðið ætlar, at nýggja kirkjan skal hava flagtekju fyri at vera í samsvari við tíðarandan í sambandi við umhvørviskrøv.
Tað er eisini ætlanin, at ein partur av kirkjuni skal vera úr gróti fyri at heiðra niðurseturmenninar á Argjum, sum vóru tiltiknir hegnismenn og grótlaðarar.
Tað er eisini ætlanin, at kirkjan skal kunna brúkast til tónleik og tí verður tað eisini eitt krav, at ljóðviðurskiftini í henni vera fyrstafloks, hevur Bjartur Ó Dalsgarð áður sagt fyri Sosialinum.
Hann sigur, at ætlanin er ikki at skemma náttúruna við Sandá.
- Tvørtur ímóti er ætlanin at leggja ein perlu afturat.
Hann staðfestir, at nógv fólk hava mótmælt ætlanini.
Men hann sigur, at hann fer at leggja stóran dent á at lekja tey sár, ið summi kanska hava fingið, tí hann hevur ikki áhugað í at byggja eina kirkju, ið summi fara at illneitast inn á.
- Tí fara vit at rætta hondina fram gera, hvat vit kunnu fyri at fáa gott samskifti við tey, sum hava mótmælt, um, hvussu kirkjan skal síggja út.
- Vit fara at gera, tað, vir kunnu fyri at gera eina kirkju, sum órógvar landsslagið sum minst, sigur Bjartur Ó. Dalsgarð.
Hava enn eina vón
Steen Juul Petersen, sum er ein av teimum, sum hevur mótmælt, at kirkjan verður bygt við Sandá, sum ætlað, viðgongur, at vónirnar fyri at forða fyri byggingini, fara nú at fjarða.
Men enn eru ikki allar vónir sleptar, tí sum sagt í aðrari grein her á síðunum, skal spurningurin fyri friðingarmyndugleikarnar einaferð afturat.
Og tá vónar hann, at myndugleikarnir siga nei.
Kortini ásannar hann, at hann er ikki serliga bjartskygdur.
Hann sigur, at tað er serliga støddin á byggingini, sum hann er ímóti, tí ætlanin er at leggja eitt økið upp á næstan 4000 fermetrar undir asfalt og betong.
- Hevði talan verið um at sett eina kirkju á økið, uttan at lagt eitt stórt øki undir eitt kirkjutorg og parkeringspláss, hevði støðan verið ein onnur, leggur hann afturat.