NSÍ-liðformaðurin, Klæmint A. Olsen, meiddi seg illa í 2-0-tapinum ímóti B36 í gjár, og eftir nærri kanningar á Landssjúkrahúsinum varð staðfest, at høgri armur er brotin. Talan er um brot beint omanfyri handliðið.
Les eisini: Klæmint hevur brotið armin
Klæmint skuldi í dag fáa nærri boð, um hann skuldi leggjast undir skurð, men við Kringvarpið sigur hann í kvøld, at skurðviðgerð neyvan gerst neyðug. Hann skal hava armin í gipsi í fýra til seks vikur.
Tað er ilt at siga hvussu leingi Klæmint A. Olsen má binda frið frá fótbóltinum, men tað kann so staðfestast, at tað verður í minsta lagi fýra vikur – og helst longri enn tað. Hann skal til eftirlit aftur um 10 dagar.