Uttan iva hevur Mikkjal Helmsdal, rektari, ein trupulleika við parkeringini.
Men í vanligum oyrum ljóðar tað beinleiðis klikkað, at ein næmingur verður burturvístur, tí at hann hevur brotið lokalu parkeringsreglarnar hjá skúlanum.
Parkeringstrupulleikarnir eru ikki nýggir. Teir vóru eisini fyri 10 árum síðani, fyri 20 árum síðani og fyri 30 árum síðani. Skúlans leiðsla hevur javnan gjørt vart við hetta, men tað er tosað fyri deyvum oyrum, tí einki – absolutt einki – er gjørt við trupulleikan yvirhøvur. Parkeringsviðurskiftini eru tey somu, sum tey vóru, tá skúlin varð bygdur í sekstiárunum.
Mikkjal Helmsdal hevur bara flutt trupulleikan niðan til grannarnar omanfyri. Har parkera næmingar, mangan skilaleyst, við Føroya mest trafikeraða veg. Næmingarnir skulu tvørtur um vegin, har 8.310 bilar sambært Landsverki koyra dagliga.
Økið kring Studentaskúlan er ríkiliga stórt, og eingin trupulleiki er at gera eitt fyribilsparkeringspláss á fløtuni, sum kann takast burtur í 2015, tá skúlin flytir. Men har er bara eingin vilji til at gera nakað.
Tápuligar avgerðir, ella vantandi avgerðir, kunnu sjálvandi fáa býttar avleiðingar. Hetta málið er eitt skúladømi uppá, hvussu býttisliga ein skúlaleiðsla, eitt mentamálaráð, eitt býráð og eitt Landsverk - sum ikki duga at tosa saman, loysa ein trupulleika.
Onkur má for ólukkan sláa nevan í borðið...