Sligin í høvdið á Pisshúsinum

Fríggjadagin varð maðurin, sum hevur umsjón við almenna wc´inum í Mylnugøtu í Havn, sligin í høvdið av fullum manni. Illstøða tók seg upp, tá umsjónarmaðurin ikki vildi loyva fullum vitjandi inn við øli. Tað er ikki bara sum at siga tað at arbeiða á einum almennum wc mitt í býnum í Havn. Hetta noyddist umsjónarmaðurin at sanna, tá nakrir fullir menn komu inn á almenna wc´ið seinasta fríggjadag.

Tann eini av monnunum sló umsjónarmannin í høvdið, og noyddist hann tí á Landssjúkrahúsið til kanningar við smærri snuddum.

Løgreglan í Havn sigur, at fulli maðurin, sum gjørdi seg inn á umsjónarmannin, verður skuldsettur fyri harðskap.

Orsøkin til, at illstøða tók seg upp, var sambært løgregluni, at umsjónarmaðurin ikki vildi loyva fullum vitjandi at koma inn á wc´ini við øli.