Sligo tryggjaði sær javnleik í seinastu løtu

Stefan Radosavjevic byrjaði aftur inni fyri Sligo Rovers í kvøld

Stefan Radosavljevic og liðfelagarnir í Sligo Rovers tóku í kvøld móti Cork City á heimavølli í bestu írsku fótbóltsdeildini.

 

Stefan byrjaði inni annan dystin á rað, og hann fekk 70 minuttir á vøllinum hesaferð.

 

Sligo var aftanfyri 0-1 í steðginum, og tá 63 minuttir vóru leiktir økti Cork til 2-0.

 

Eanna Clancy minkaði um munin til 1-2 tá 10 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.

 

Væl inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat javnaði Max Mata upp á brotsspark, og so kundi heimafjøldin fegnast um, at eitt stig var bjargað.

 

Sligo Rovers er nummar fýra í deildini við átta stigum fyri fimm dystir.