Tað er ein heimur av muni ímillum hesar báðar bólkar, og júst hetta er Roskilde Festivalurin kendur fyri. Nú er staðfest, at Slipknot og Madness verða ímillum nøvnini í summar Ein av bólkunum, sum bleiv almannakunngjørdur hesa vikuna, Slipknot, var eisini á Roskilde Festivalinum í 2004, og teir maskukløddu amerikanarnir høvdu ein av teirra bestu framførslum nakrantíð, siga fyriskipararnar av Roskilde Festivalinum á heimasíðuni www.roskilde-festival.dk
Fimm ár eru liðin síðan tá, og bólkurin hevur støðugt verið frammi við nýggjum og vælumtóktum tónleiki.
Madness er seinna navnið, ið Roskilde Festivalurin hevur kunngjørt hesa vikuna.
Madness er eitt av størstu nøvnunum í Bretlandi í løtuni. Tann Jamaika-merkta sjangran er vorðin nærum eins vanlig í Bretland sum fish?n?chips, og bólkurin er fram um annað kendur fyri at verða ein ?fest og ballade? bólkur.
Teirra komandi fløga kallast ?The Liberty of Norton Folgate? og verður á gøtuni í 2010.