Slóðbrótarar seta heimsmet

Seta slóðbrótarar í Klaksvík heimsmet í hesum døgum?

Seta slóðbrótarar í Klaksvík heimsmet í hesum døgum?

 

Møguliga.

 

Tí, eftir hálva øld vera tónleikararnir í Atlantis aftur at hoyra á palli.

 

Vit tosa sjálvandi um Villa Hansen, Tóra Andreassen og Sørmund Olsen, sum vóru teir fyrstu, sum settu streym til tónleikin í Klaksvík.

 

Hetta hendi, tá teir gjørdust húsorkestur í Atlantis í Klaksvík tann 1. januar 1964.

 

Síðani broyttist alt. Dansurin. Beatles hárið. Tónleikurin. Frítíðarlívið. Ungdómurin. Brúksmentanin.

 

Atlantis tók Klaksvík á bóli og spældu fyri fullum húsum fram til summarið 1966, og er sostatt meiri enn ein hálv øld gingin, síðani teir seinast stóðu á palli.

 

Nú leygarkvøldið verða hesar legendur so aftur at síggja og hoyra á palli. Tað verður í Badmintonhøllini í Klakasvík, tá stóra legendskonsertin og stórdansurin eru á skránni frá kl. 20:00 til 03:00. Tá vera teir allir á pallinum uttan Christoffur Jensen, sum doyði í 2016.