Tjóðartingið í Slovakia feldi í kvøld uppskotið um at tvífalda kreppugrunnin hjá evrulondunum. Atkvøðugreiðslan var samstundis ein misálitisváttan á stjórnina, sum tí fer frá.
Øll hini 16 evrulondini hava góðkent semjuna um at økja fæið í kreppugrunninum, men semjan krevur, at øll 17 londini taka undir við henni.
Týska tíðindastovan DPA skrivar í kvøld, at tann fráfarandi slovakiski forsætisráðharrin, Iveta Radicova, ætlar sær at fáa hjálp frá andstøðuni til at fáa meiriluta í tinginum fyri semjuni. Tað kann lata seg gera, tí tann vinstrasinnaði andstøðuflokkurin Smer hevur sagt, at hann er sinnaður at atkvøða fyri semjuni um at kreppugrunnin. Tí kemur uppskotið aftur til atkvøðugreiðslu í Bratislava, skrivar DPA í kvøld.