Ein annar dystur var leiktur í bólkinum hjá KÍ í bólki A í Europa Conference League.
Í Ljubjana møttust Olimpic Ljubjana og Slovan Bratislava, ið vann 2-1 á KÍ í fyrsta umfarinum.
Slovan Bratislava vann dystin 1-0. Sigursmálið skoraði Aleksandar Cavric upp á brotsspark tá 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.
Í fyrra hálvleiki brendi Vladimir Weiss eitt annað brotsspark hjá Slovan Bratislava.
Slovan Bratislava er fremst í bólkinum við seks stigum. Lille hevur fýra stig, KÍ hevur eitt stig og Olimpic Ljubjana hevur einki stig.
26. oktober tekur KÍ móti Olimpic Ljubjana. Sama dag tekur Lille móti Slovan Bratislava.
9. november tekur Olimpic Ljubjana móti KÍ, og Slovan Bratislava tekur móti Lille.