Tað er rættiligt rok millum føroysku myndugleikarnar, UEFA og Slovan Bratislava, sum eftir ætlan skuldi spæla móti KÍ í 1. umfari í Champions League í kvøld. Dysturin er fyribils útsettur til fríggjadagin, har Slovan kann møta upp við einum koronafríum eykaliði.
Les meira: Slovan kemur við eykaliðnum (Trýst HER)
- Vit hava hildið reglugerðina hjá UEFA. Vit hava fylgt henni neyvt og vit hava 18 spælarar í Føroyum, sum hava fingið negativan test tvær ferðir upp í slag. Tí fara vit nú aftur at royna at fáa teir úr sóttarhaldinum, so teir kunnu spæla fríggjakvøldið, sigur Ivan Kmotrík.
Slovan Bratislava eru í løtuni í holt við at samla 13 spælarar, sum eru testaðir negativir. Teir skulu síðani flúgva til Føroya, har teir aftur verða testaðir. Ongin av teimum 18 spælarunum ella nakar frá venjara- ella hjápartoyminum kunnu verða hjástaddir til dystin ella verða saman við nýggja hópinum.
Les eisini: Slovan kann møta við koronafríum eykaliði
- Hetta er ein óvanliga kompliserað og avbjóðandi støða fyri okkum, og sanniliga eisini fyri viðhaldsfólkini. Komandi 24 tímarnir fara vit at gera alt fyri at halda fast í møguleikanum at spæla dystin, og kunna spæla um at koma víðar. Eg vænti at vit fáa sukse saman og at vit fara at klára tað, sigur formaðurin í Slovan Bratislava, Ivan Kmotrík.
Sum støðan er nú, verður Champions League dysturin millum KÍ og Slovan Bratislava í Klaksvík fríggjakvøldið klokkan 19.