Eftir at Slovenia sera óvæntað megnaði at spæla seg í EM-endaspælið í summar, varð liðið heiðrað við eini virðisløn frá FIFA.
Virðislønin var fyri at verða tað liðið, sum hevði tikið seg flest pláss fram á FIFA styrkilistanum í 1999. Henda virðisløn verður latin á hvørjum ári. Hetta var eftir at Slovenia endaði á øðrum plássi í sínum bólki. Síðani vann Slovenia samanlagt 3-2 á Ukreina í tveimum dystum, sum hevði við sær, at Slovenia fyri fyrstu ferð var at síggja í einum endaspæli.
Undankappingin til HM í Frankaríki í 1998 miseydnaðist skammiliga hjá slovenum. Liðið megnaði bara at fáa tað eina stigið til høldar og var vánaligast í sínum bólki. Føroyska landsliðið kláraði seg tá betur enn mótstøðuliðið sunnudagin.
Í undankappingini til EM í summar var liðið ikki til at kenna aftur. Nýggjur venjari hevði tikið við, og hann dugdi at fáa optimalt burturúr spælarunum. Slovenska liðið tók øll á bóli, tá teir eftir ein 1-1 javnleik í Kiev móti Ukreina høvdu spælt seg í endaspælið. Fyrri dysturin endaði 2-1 til slovenar.
Í endaspælinum væntaðu nógv, at liðið fór at vera kanonføði hjá liðum sum Jugoslavia, Spania og Noreg. Aftur hesaferð stóðu teir fyri tí óvæntaða. Tvey stig og ein málúrtøka á 4-5 eftir tríggjar dystir var ikki at skammast yvir, men heldur at fegnast um. Tað kundi tó lættliga verið enn betri, um Slovenia hevði megnað at hildið fast um eina 3-0 leiðslu móti Jugoslavia, sum eisini spældi við tíggju monnum.
Hetta ber boð um, at liðið avgjørt hevur sínar veikleikar, og okkara menn tí hava ein møguleika at fanga teir á skeiva beininum.
Fyri góðum tveimum vikum síðani spældi Slovenia ein venjingardyst móti Kekkia, sum er á fjórða plássi á FIFA styrkilistanum. Dysturin í Prag endaði við 1-0 sigri til slovenar. Tað var enntá uttan besta spælaran Zlatko Zahovic. So tað er líkt til, at liðið er sera væl fyri í løtuni, og tað verður tungt hjá føroysku spælarunum.
Bara átta ára royndir
Hóast slovenska fótbóltssambandið varð sett á stovn í 1920, so fekk tað ikki fullan limaskap í UEFA fyrr enn í 1992 og í FIFA í 1993, av tí at landið ikki var sjálvstøðugt fyrr enn um tað mundið. Fyrsti altjóða skrásetti dysturin var í 1992 móti Estlandi, og hann endaði við javnleiki 1-1.
Slovenia var fyrstu ferð í eini undankapping í 1994, tá dystast skuldi um pláss í EM-endaspælinum í Onglandi í 1996. Fyrsti dysturin tá var móti HM finalistunum Italia og endaði 1-1, men seinni hevur úrtøka verið lakari.
Slovensk feløg hava eisini staðið seg avbera væl í europeiskum kappingum. Í fjør var Maribor Teatanic úr Slovenia við í fyrsta bólkaspælinum í Champions League, og á vegnum sendu teir franska liðið Lyon úr kappingini.
Hóast landið er lítið við bara 2 milliónum íbúgvum, og best umtóktu ítróttagreinarnar eru skí og kurvabóltur, so er tað eisini eydnast teimum at gera vart við seg á altjóða fótbóltspallinum.
Zahovic og Katanec
Teir týdningarmiklastu limirnir á slovenska landsliðnum eru venjarin Srecko Katanec og stjørnuspælarin Zlatko Zahovic.
Eftir at Katanec tók yvir sum venjari á sumri í 1998, hevur liðið tikið seg ómetaliga nógv fram. Hann hevur givið spælarunum tað neyðuga sjálvsálitið, sum skal til fyri at spæla seg í eitt endaspæl.
Katanec hevur eina fortíð í Stuttgart og Sampdoria, har hann vann italska meistaraheitið, steypakappingina, Europa Cup fyri steypavinnarar. Eisini spældi hann í Europa Cup finaluni í 1992.
Hann leggur stóran dent á tað taktiska, og hvør spælari hevur eina ávísa uppgávu á vøllinum. Undantakið er Zahovic, ið fyri tað mesta ger tað, sum hann finnur best. Vanliga nýtir hann 3-5-2 skipanina við einum aftasta manni, og verjan plagar at trýsta langt frammi á vøllinum.
Zlatko Zahovic er einasta veruliga stjørnan á liðnum, og hann er eisini langt frammanfyri hinar, hvat bóltførleikanum viðvíkur. Hann er maðurin, sum skal standa fyri tí óvæntaða í álopsspælinum.
Vanliga liggur hann á offensiva miðvøllinum, beint aftanfyri áleypararnar. Eisini hevur Katanec onkuntíð sett Zahovic fram í álopið móti sterkari tjóðum fyri at fáa meira arbeiðsmegi á miðvøllinum. Hetta ger venjarin neyvan móti Føroym, og Zahovic verður væntandi á miðvøllinum.
Zahovic hevur víst seg at verða sera vandamikil, ikki bara sum uppleggjari, men kanska serliga sum málskjútti. Í níggju dystum í undankappingini til EM í ár, skeyt hann níggju av teimum fimtan málunum, sum liðið fekk. Í EM-endaspælinum var hann eisini ein vandamikil harri við trimum málum.
Hagtølini tala fyri seg. Í 49 landsdystum hevur 29 ára gamli Zahovic skotið 25 mál, so sjálvt um hann er miðvallari skýtur hann eisini málini á landsliðnum.
Zahovic hevur eisini vakt undran við sínum avrikum, og hann hevur í summar gjørt sáttmála við Europa Cup finalistarnar Valencia í Spania. Áður hevur hann spælt fyri Porto í Portugal og Olympiakos í Grikkalandi.
Ofta standast trupulleikar, har Zahovic er í nánd, og hann er ein sera umstríddur spælari. Hann var ikki við í dystinum móti Kekkia, tí hann og venjarin høvdu verið ósamdir. Í Olympiakos fór hann í verkfall fyri at sleppa til annað felag.
Flestu spælararnir koma úr miðalfeløgum í Eysturríki, Sveis, Belgia, meðan nakrir eisini spæla í Jugoslavia og Kroatia.
Av øðrum vandamiklum spælarum kann nevnast Miran Pavlin. Hann stóð seg so væl í EM, at Porto hevur gjørt sáttmála við hann.
Undirmeta ikki føroyingar
Katanec leggur doyðin á, at hansara spælarar ikki skulu undirmeta føroyska liðið.
Nú hava teir sjálvir verið undirmettir av øðrum størri tjóðum og hava eisini tikið fleiri teirra á bóli. Teir hava ongar ætlanir um at fella í somu grøv, men taka uppgávuna í størsta álvara.
Ein skal ansa sær ikki at leggja ov nógv í tað, sum venjarar og spælarar siga undan einum dysti, tí tað eru altíð væl tugdar orðingar, sum verða nýttar aftur og aftur.
Tó skal havast í huga, at slovenar hava verið undirmettir líka síðan teir komu við í altjóða fótbólt. Teir kenna tí alt til vandarnar við ikki at taka allar dystir í álvara.
Hetta endaspælið fer at avgera, um slovenska liðið veruliga er ment at klára seg millum fremstu fótbóltstjóðir í heiminum. Fleiri eru framvegis ivasom um dygdirnar á liðnum og vænta ikki, at tað fer at eydnast teimum at vera í pottinum, tá lutakastið til HM-endaspælið verður. Luttøkan í EM-endaspælinum var tí bara eitt upplop, sum kemur fyri av og á innan fótbólt.
Hesar ákærur skulu slovenar nú rista av sær, og fyrsta stigið á leiðini verður tikið inni á Svangaskarði sunnudagin, har 11 svangir føroyingar eru klárir at taka dystin upp.