Tað hevur mangan staðið á at halda tørn, tá vágssluppin Johana TG 326 hevur verið sonevndan grilltúr, tí í eini 20 ár hevur bert tann eina grillin verið umborð, og nógv skal til, tá skipið er fullsett við ferðafólki.
Gamla grillin, ið hevur nógv ár á baki, hevur tænt fyri seg. Grillin var ein miðalstór, vanlig grill, ið nú var illa slitin. Men nú er lag á manni at metta svangar siglandi gestir, tí Johanna hevur nú fingið tvær stórar, nútímans grillir.
Tað var eyðsæð, at tørvur var á at skifta út.
Tað er Vinnu- og havnanevndin hjá Vágs kommunu, ið hevur latið nýggju, stásiligu grillirnar. Talan er um stórar, snøggar grillir, ið eiga at nøkta tørvin, tá Johanna so mangan summarhálvuna siglir við ferðandi, ella tá skipið vitjar ymsastaðni, og vitjandi koma umborð.
Tað var forkvinnan í Vinnu- og havnanevndini, Marin Hentze Gaardlykke, ið handaði nýggju grillirnar, og Gudmund Jacobsen tók fegin ímóti vegna Johonnu TG326.
Fleiri styttri túrar við ferðafólki eru á skránni í summar, umframt at Johanna vitjar stevnur og tiltøk, og eisini skal onkran túrin út um landoddarnar.
##med2##
##med3##