Ein søgan er um, tá Jens Christian Petersen í Froðba flutti úr Ravnsoynni norður í Føroyingahavnina í 1953. Við honum var eitt nú sonurin Anton Petersen, sum býr á Sandi.
Jógvan Arge skrivar soleiðis:
»Skonnartin »Marité« av Tvøroyri var fyrsta far, sum kom inn í syðru havn í Ravns Stóroy summarið 1953. Hon kom har longu 14. mai og setti fýra mans á land.
Hesir menn vóru onnur manningin, sum Jens Christian Petersen í Froðba ætlaði at rógva út við í Grønlandi hetta summarið. Teir vóru komnir eftir seksæringinum »Boga«, sum hevði staðið enn ein vetur har yviri.
Hin manningin, sum sonur hansara Anton Petersen hoyrdi til, kom yvir til Grønlands við einum øðrum skipi, og teir høvdu áttamannafarið »Nýpuna« við sær.
Nú ætlaði Jens Christian at leita nýggjar leiðir. Um veturin hevði hann søkt myndugleikarnar í Keypmannahavn um loyvi til at byggja skúr og rógva út frá Grátufjørðinum nakað norðan fyri Ravnsoynna, men enn hevði hann onki svar fingið.
Funnu ongar menn
»Nýpan« og hennara manning vórðu sett upp á land norðuri í Føroyingahavnini. Har vóru ongir lagsbrøður at finna, og tí hildu teir fýra menninir leiðina suður við landinum, fyrst til Grátufjørðin.
Har vóru heldur ongir menn. Ætlanin var so at sigla heilt suður í Ravnsoynna, men tá teir komu suður fyri Fiskanesið, gekk motorurin fyri. Eitt lítið lot var til vildar, og teir royndu at sigla við seglum, og teimum eydnaðist at koma inn til Fiskanesið.
Men svangligt var. Útgerð høvdu teir onga, tí hon var øll farin við hinum monnunum. Einasta etandi, teir høvdu, var onkur kakukassi og nakað av turrum spiki, men spik og kleynur riggaðu ikki væl saman.
Tá menninir á »Nýpuni« høvdu bíðað einar tveir dagar í Fiskanesi, sendu teir fjarrit suður í Ravnsoynna at siga frá, hvussu teimum visti við, og tá vardi ikki leingi til hinir komu.
Noyddust
í Føroyingahavnina
Úr Fiskanesi hildu báðir bátarnir leiðina norður í Grátufjørðin, men enn var onki loyvi komið til at seta seg niður har, og teir fóru tí norður í Føroyingahavnina at kanna møguleikarnar har. Tilfar og útgerð lótu teir liggja eftir í Grátufjørðinum.
Anton Petersen greiðir frá, at teir vistu, at skúrar vóru í Føroyingahavnini, men hvør, ið átti, og um teir vóru í brúki, vistu teir onki um.
Teir komu inn í eina manntóma vík, har fleiri skúrar stóðu. At tað var Dagmarsvík, vistu teir ikki fyrrenn seinni. Teir fóru í ein av hesum skúrum og róðu út haðani í einar tvær vikur og fingu væl av fiski.
»Men eitt kvøldið, vit komu aftur, nú standa koyggjuklæðini uppstungin í túninum. Ein maður kemur oman og sigur, at teir eru komnir í dag við »Grønlandsfarinum« og skula brúka skúrin«.
Hetta var ein av teimum royndu útróðrarmonnunum í Føroyingahavnini, Sigurð Jørgensen úr Sørvági. Sum so ofta fyrr var hann formaður á einum báti, sum Jesar Jacobsen í Búðini átti.
Lagið var ringt á froðbingunum, men teir tóku til tey ráð at fara yvir á sjómansheimið, sum enn stóð har úti í Føroyingahavnini, og Jens Christian fór niðan at biðja um hús.
»Eg minnist, at kona trúboðaran Johannes Bæk, Agda, kom oman til okkara, sum lógu á bátinum, og bjóðaði okkum niðan. Har fingu vit bæði mat og drekka og eitt kamar at sova í um náttina. Hon var sera blíð, og tann blíðskapurin kom sera væl við«, sigur Anton.
Men allar súður vóru ikki syftar enn. Tá teir høvdu drukkið, fóru teir oman aftur í bátin og inn í Lektaravíkina. Uttast á munnanum stóð ein saltingarskúrur. Har blakaðu teir fiskin upp og fóru at gera reint.
»Tá liðugt var at flekja, varð farið aftur á sjómansheimið. Tá leið væl út á morgunin. Har fingu vit okkum at eta og ein lítlan blund, og so varð farið yvir aftur í Dagmarsvík.
Har stóð ein annar skúrur við manningarrúmi í ovara enda og saltingarskúri í niðara, men skilarúmið var niðurtikið og koyggjurnar, sum høvdu verið á tí, vóru sjálvandi eisini burtur«.
Mikal Tausen, mammubeiggin, varð nú settur at smíða skilarúm og koyggjur, so teir høvdu átta tilsamans. So varð farið til útróðrar, og tá teir komu aftur um kvøldið, var so frægt liðugt, at reiðast kundi upp í koyggjurnar. Ein ovnur var eisini, so menninir kendu seg væl, tá fýrur var komin uppá.
Í Grátufjørðinum
eftir útgerðini
»Men vit høvdu tað framvegis smáligt, tí øll útgerðin lá suðuri í Grátufjørðinum. Kol, proviantur, ja, sjálvt komfýrurin lá eftir har suðuri. Tá vit mettu, at líkindini vóru til tess, varð farið aftur í Grátufjørðin eftir útgerðini«.
Hetta tók einar tveir dagar. Tann fyrra dagin sigldu teir suður og fyltu bátin, og tann seinna dagin sigldu teir norður aftur. Jens Christian var so grammur eftir fiski, at teir royndu eitt sindur á veg norður aftur, men tað bleiv ikki tann stóra royndin.
Eitt var, at báturin var fullur og útgerð og tilfari og annað var, at hann gjørdi hann seg til við illveðri lágt.
»Tá nakað var liðið út á dagin, fór hann at vaksa vindin, og tá ið vit komu norður móti Føroyingahavnini, var ódnarveður. Vit komu fram í øllum góðum, men eg haldi, vit vóru allir glaðir at hoyra illveðrið uttanfyri og vita, at man slapp frá at fara í bátin dagin eftir«.
Strondin var vánalig við hendan skúrin, sum teir høvdu sett seg í.
Ein lítil tríkantur av einari brúgv var frammanfyri hann, men har var so útgrunt, at báturin á fjøru stóð langt úti, so fiskurin mátti kastast fleiri ferðir. Á háflóð kundi hann kastast beint inn á brúnna.
Illveðurdagar fingust manningarnar hjá Jens Christiani við at byggja eina nýggjan búskúr nakað niðan frá strondini á eystursíðuni á Dagmarsvík. Stutt uttanfyri stóð ein skúrur, sum skonnartin »Yvonna« átti. Tá útróðurin var av um heystið, varð búskururin innilokaður.
Fiskiskapurin var góður, og monnunum dámdi hetta lívið væl, hóast tað stundum var strævið. Um heystið var eitt øgiligt knoss at avskipa fiskin. Tá var oftast kalt og ótespiligt veður við vindi og vátaslettingi.
Fingu sær skúr
í Grátufjørðinum
Í 1954 varð aftur strongt á myndugleikarnar í Keypmannahavn um at loyva føroyingum at hava rógva út frá landi um Grátufjarðarleiðina.
Jens Christian hevði ta hugmyndina, at nyttugt og neyðugt var at hava eina millumstøð á leiðini millum Føroyingahavnina og Ravnsoynna.
Hóast loyvi heldur ikki fekst á hesum sinni, bygdi Jens Christian sær eina lítla smáttu suðuri í Grátufjørðinum. Smáttan var bara ætlað til at búleikast í, tá teir um heystarnar gjørdu túrar, sum vardu nakrar fáar dagar.
Smáttan var gjørd til heima, so hon kundi skrúvast saman, tá teir komu yvir. Hon var klødd við krossfinerplátum og hevði átta koyggjur. Ein Valor-ovnur var til hita, og matgjørt var við einum primussi.
Hesin fyrsti føroyski skúrurin í Grátufjørðinum stóð í einari vík, sum við einum eiði var skild frá teirri víkini, sum føroyskir útróðrarmenn seinni bygdu fleiri skúrar í. Hendan seinna víkin varð tá nevnd norðara havn.
Tað var ein strævin arbeiðsháttur at leggja seg nakrar dagar suðuri í Grátufjørðinum og salta í bátin, og tað kom heldur ikki tað stóra burtur úr, heldur Anton.
Smáttan í Grátufjørðinum stóð ikki leingi. Helst fór hon av stormi longu hendan sama vetur. Tað var ið hvussu so er tað, sum sagt varð.