Tað gjørdist sera hált í gjárkvøldið, og hetta elvdi eisini til okkurt ferðsluóhappið. Seint í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at ein bilur var farin út av vegnum við Sandavágsháls, og at bilurin var endaður á takinum.
Fýra ungir mans vóru í bilinum, sum var á veg úr Havn vestur í Vágar, og teir blivu allir sendir á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar. Tað vísti seg tíbetur, at teir fýra ungu menninir vóru slopnir so at siga snikkaleysir frá óhappinum.