Slutt við tollfríum tubbakki

Í einari nýggjari kunngerð er ein nýggj §3 sett inn sum sigur: Sigarettir, sigarillos, sigarir og aðrar tubbaksvørur kunnu ikki flytast inn toll- og avgjaldsfrítt

Nú skal ikki longur verða loyvt at flyta sigarettir inn tollfrítt. Tað verður staðfest í einari nýggjari kunngerð, sum Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri hevur gjørt.

- Avgjald á sigarettum er fyri í løgtinginum í løtuni, og eg haldi, at hetta er løtan at gera broytingina í tollfríari sølu av tubbaki. Hetta verður gjørt bæði av heilsuligum orsøkum og fyri at javnstilla fólk, sigur Karsten Hansen.

Hann vísir á, at tað eru fólk, sum ferðast ógvuliga nógv, og hesi fáa ein fyrimun mótvegis teimum, sum nærum ongantíð ferðast.

- Tá fólk velja at roykja, so eiga tey eisini at vera við til at gjalda fyri teir skaðar, sum royking elvir til. Og tað gera fólk ikki, um tey kunnu keypa tubbakið tollfrítt umborð á skipum ella flogførum, sigur Karsten Hansen.

Fíggjarmálaráðharrin slær fast, at tað er ikki fyri at útvega landskassanum nakrar eyka krónur, at hetta tiltakið verður sett í verk.

- Var tað fyri tær fáu krónurnar, sum landskassin helst fær í eyka intøku, so kundi tað verið gjørt á annan hátt, sigur Karsten Hansen.

Hann harmast um, at Smyril Line og Atlantsflog helsgt fara at missa inntøkur av hesi nýggju kunngerðini.

- Tað er tann keðiligi parturin í hesum málinum, men bæði Smyril Line og Atlantsflog hava ríkiligar møguleikar at kompensera fyri mistar inntøkur av tollfríari sølu av tubbaksvørum, sigur Karsten Hansen.

 

Steinur oman á byrðu

Flutningsfeløgini eru alt annað en fegin um hesa kunngerðina. Bæði Andras Róin, stjóri á Smyril Line, og Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, fýlast á, at teir als ikki eru eftirspurdir, eins og teir eru samdir um, at skotbráið er alt ov stutt.

- Vit eru rættiliga skelkað av, at man bara setir eina slíka kunngerð í gildi, uttan at spyrja raktu partarnar, og uttan at hava nakra hoyringsfreist yvirhøvur, sigur Andras Róin, stjóriu á Smyril Line.

Hann vísir á, at orsøkin til, at man hevur hoyringsfreistir, er fyri at raktu partarnir kunnu tillaga seg til broyttu umstøðurnar.

- Tað er undarligt, at man velur at koyra smáttaríir gjøgnum løgtingið, meðan man orðnar stóru málini við einari kunngerð. Tað kann væl vera, at heimildirnar eru í lagi, men hetta er ein lítið gjøgnumhugsað broyting, sigur Andras Róin.

Eisini Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, er sera harmur um hesa broytingina í tollfríu søluni.

- Eitt er at hetta kemur so brádliga á, men við teimum trupulleikum sum flutningsfeløg framman undan hava, serliga tá hugsað verður um høgu oljuprísirnar, so verður hetta steinur oman á byrðu. Eg veit ikki, um hetta er ein roynd at forkoma ferðavinnuni, men tað rakar í hvussu er ógvuliga meint, sigur Magni Arge.

Hann vísir víðari á, at allar publikatiónir um Føroyar siga, at loyvt er at flyta inn 200 sigarettir tollfrítt, men við nýggju kunngerðini verða ferðafólk mest sum kriminaliserað.

- Samanbera vit við ES, so var har talan um heilt av avtaka tollfría sølu, og tað var ein tilgongd, sum vardi í fleiri ár, so ferðafeløgini fingu góða tíð at tillaga seg til nýggjar fortreytir. Her verður alt bara kroyst niður yvir okkum. Vit hava gjørt vart við okkum á røttum stað, og so kunnu vit bert vóna, at vit í minsta lagi fáa tíð at laga okkum til eina nýggja støðu, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflog.