Hann hevur skrivað klummur í 19 ár, og sunnudagin fekk hann heiðursløn fyri málburðin í klummunum, sum snúgva seg sum aktuel evni og annars alt tað, hann dagliga upplivir. Høgni Djurhuus fegnast um viðurslønina, hóast hann væntaði, at heiðurin fór til tíðindaflutning, tí sum hannn sjálvur tekur til:
- Tað kann vera ein avbjóðing at brúka gott føroyskt mál í tíðindaflutningi, tí tá skal alt ganga skjótt fyri seg. Tað er lættari at brúka gott mál, tá tú skrivar klummur, tí tá hevur tú nógv betri tíð, sigur ein heldur lítillátin Høgni Djurhuus, ið ikki gjørdi stórvegis burtur úr heiðrinum og teimum 25.000 krónunum.
- Eg fekk mær ein góðan, skotskan whisky, sum eg einans nýti til serlig høvi.
Klumman
Hóast Høgni Djurhuus hevur 19 ár á baki sum klummuskrivari, so avdúkar 62 ára gamli journalisturin, at tað ikki fellir honum serliga lætt at finna evni til klummuna.
- Tú skuldi hildið, at tað fall mær lætt eftir at hava skrivað klummur í 19 ár, men í roynd og veru gerst tað truplari, tí eg vil ikki endurtaka meg sjálvan og royni tískil altíð at finna nýggj evni, greiðir Høgni Djurhuus frá. Mannagongdin frá hugskoti og til klumman stendur í eini avís hevur tó verið tann sama í nógv ár.
- Eg plagi at ganga mær ein langan túr, og tá koma sum oftast hugskotini til klummurnar. Seinni skrivi eg alt, sum eg hugsi um evnið, inn á telduna, og tá hugsi eg hvørki um stavseting ella málburð. Dagin eftir reinskrivi eg tekstin, sigur Høgni Djurhuus, sum heldur, at henda mannagongdin gevur best úslit.
- Tú hugsar væl, meðan tú gongur ein langan túr. Og so nyttar ikki at seta seg framman fyri telduskíggjan og hugsa um stavseting, tá tú skalt skriva eina klummu. Skriva fyrst alt niður, tí dagin eftir er alt meira klárt, og tá kanst tú umskriva, hugsa um stavseting og betra um málið.
Tey fæstu duga føroyskt
Høgni Djurhuus fílist á, at stór krøv verða sett føroyskum miðlafólkum, tí sambært honum kann tað hava negativar avleiðingar.
- Tað tykist, sum er tað eitt krav, at føroysk fjølmiðlafólk skulu duga fullkomið føroyskt. Eg eri bangin fyri, at tað verður soleiðis, at dugir tú ikki at benda og stavseta, so fært tú ikki starv, sigur Høgni Djurhuus og leggur afturat:
- Vit hava fleiri framúr góðar journalistar og miðlafólk, sum ikki duga føroyskt ordiliga væl, so tað at duga væl føroyskt og góður journalistikkur hongur ikki neyðturviliga saman.
Hann heldur tað vera løgið, at kravið um at duga føroyska málið einans verður sett tíðindafólki men ikki øðrum, sum eisini hava stóra ávirkan á okkara málbrúk, eitt nú lærarar.
- Fá fólk duga veruliga væl føroyskt, og skúlar og lærarar, sum eiga at læra okkum móðurmálið, megna heldur ikki at læra okkum føroyskt. Men hvar skulu vit læra at málbera okkum, um vit ikki læra tað í skúlunum, spyr Høgni Djurhuus og vísir samstundis á, at hann sigur ikki skúlarnar ringar fyri tað.
- Tað snýr seg í stóran mun um talent, tað vil siga viðfødd evni. Summi duga væl mál, meðan onnur als ikki. Til dømis dugi eg ikki at rokna, og eg dugdi illa í alis- og evnafrøði í skúlanum, tey talentini havi eg bara ikki.
Mær dámar at provokera
Sjálvt um klummurnar hjá Høgna Djurhuus aloftast eru um evni, sum eru uppi í tíðini, og okkurt hann sjálvur hevur upplivað, so dámar honum væl at provokera.
- Mær dámar væl at provokera, men eg haldi als ikki, eg eri nóg provokerandi, sigur Høgni Djurhuus, sum eisini heldur seg hava humor.
- Eg haldi eg eri stuttligur, hittiniorðaður og speiskur. Tað kann væl vera, at eg onkuntíð gangi fólki ov nær, men tí royni eg at ansa eftir, men samanumtikið eiga vit ikki at hava mørk fyri, hvat ein skal tora at siga, sigur bersøgni journalisturin. Hann heldur, at føroyingar ofta tora ov illa at vera ærligir og vísa, hvat teir veruliga halda um eitthvørt evni. Sjálvur hevur hann ein ávísan hugburð til religión og er heldur ikki bangin at vísa, hvat hann heldur um kristindóm.
- Eg havi eitt anti-christ merki á jakkanum vælvitandi um, at tað provokerar onkran, sigur Høgni Djurhuus, sum ikki hevur fingið stórvegis viðmerkingar frá fólki um merkið á jakkanum.
- Fá siga nakað. Fólk vita ikki reiðiliga, hvat hetta merkið er, sigur Høgni Djurhuus og hyggur eftir merkinum, sum er í knappastødd og sett fast á svarta klædningsjakkan.
- Onkur hevur spurt meg, um merkið sipar til, at eg eri ímóti deyðanum, tí her er jú ein reyð strika yvir krossin, greiðir Høgni Djurhuus frá og flennir stillisliga.
Valkort hanga í gongini
At hann ikki tímir at vera eins og øll onnur og torir at vísa, hvør hann veruliga er, sæst aftur í heiminum hjá Høgna Djurhuus. Í gongini hongur ein rúgva av valkortum, sum hann hevur sett í skiftirammur.
- Í gongini hanga valkort heilt aftur til 1986, og skjótt koma tvey afturat, sigur Høgni Djurhuus við einum skálkabrosi. Hann dylir ikki fyri, at honum ikki dámar demokratisku skipanina í Føroyum.
- Eg eri ímóti demokratii í Føroyum, tí tað riggar ikki. Vit skuldu avtikið løgtingið og landsstýrið, og ístaðin fingið ST at tilnevnt tríggjar kvinnur at stýra Føroyum suverent. Eina amerikanska, eina franska og eina japanska, ímyndi eg mær.
Tað eru fleiri orsøkir til, at Høgni Djurhuus vil hava útlendskar kvinnur at stýra Føroyum.
- Høvdu vit útlendsk konufólk at stýra landinum, hevði tað verið nógv meira skil í og størri fokus á bleytu virðini. Harafturat eru kvinnur gløggari og minni maktsjúkar enn mannfólk, sigur Høgni Djurhuus avgjørdur.
Smæðin og asosialur
Høgni Djurhuus hevur starvast í sløk 36 ár innan føroyska fjølmiðlaheimin. Hann byrjaði at skriva klummur til Náttarravnar í 1993 og hevur annars skrivað klummur til Útvarpið og Sosialin. Síðani 1. september 1990 hevur hann starvast í Kringvarpið Føroya. Men lívið sum almennur persónur dámar honum lítið.
- Kanska havi eg tað, tey kalla sosialfobi. Eg tími í hvussu so er illa altíð at vera saman við fólki og trívist best einsamallur eftir loknan arbeiðsdag, fortelur Høgni Djurhuus og heldur fram:
- Eg fari sjálvdan út millum fólk, júst tí at eg eri ein almennur persónur. Onkursvegna skulu fólk altíð práta um mítt arbeiði, og øll hava ein hugburð til kringvarpið. Alt tað tími eg ikki at hoyra um, sigur Høgni Djurhuus, sum lýsir seg sjálvan um ein smædnan persón.
- Tað hongur allarhelst saman við, at eg eri ótrúliga smæðin. Faktisk eri eg so smæðin, at eg mangan veruliga má manna meg upp, tá eg í samband við okkurt tíðindainnslag skal ringja til persónar, eg ikki kenni, avdúkar Høgni Djurhuus, sum heldur ikki fylgir samdøgrinum sum flest onnur.
- Eg plagi at fara upp klokkan hálvgum fimm, tí tað melur skjótast hjá mær tá. Tað merkir eisini, at eg fari tíðliga í song, men tað passar mær væl, greiðir morgunmaðurin frá, sum tó ikki situr á Facebook frá morgunstundini. - Facebook tími eg ikki at hava, tí har er nógv tvætl. Gamaní hevur tað onkrar fyrimunir eisini sum miðlafólk at vera á Facebook, men har brúki eg gamla mátan og ringi til fólk, sigur Høgni Djurhuus.
Tá hann ikki skrivar klummur ella er til arbeiðis á tíðindadeildini í útvarpinum, sæst hann við eykenda hestalanum javnan ganga túr í langum frakka.
- At ganga túr er ógvuliga gott fyri sál og likam. Serliga fyri sálina, tí tað er tá, tú veruliga hevur tíð til at hugsa um tilveruna, sigur Høgni Djurhuus.