Myndugleikarnir í Jemen vátta, at ein fimm ára gamal smádrongur er bjargaður frá flogvanlukkuni út fyri við Komorurnar í Indiska Havinum, har omanfyri 150 fólk væntandi eru deyð - Eitt barn er funnið á lívi. Hann er nú umborð á einum bjargingarbáti, sigur læknin Ben Imani av størsta sjúkrahúsinum á Moroni.
Ein talsmaður fyri Reyða Kross í býnum váttar bjargingina.
- Vit hava alt, ið er neyðugt til tess at hjálpa barninum umgangandi, segði talsmaðurin.
Umframt fimm ára gamla smádrongin, eru eisini trý lík bjargað við leivdirnar av flogfarinum, har veðrið er sera ringt og forðar bjargingararbeiðinum. Nógvur vindur og stórar aldur ávirka.
Flogfarið, ið er av slagnum Airbus 310, datt niður í ringum veðri tíðliga í morgun, tá tað nærkaðist Komorunum við 153 fólkum umborð, 11 av teimum manningin.
Flogfarið kom úr París og millumlendi í Jemen.