Smáfiskur gott tekin

- Tað er ikki ringt tekin, at nógvur ungfiskur er á havleiðunum. Vit vita, at upsastovnurin er rímiliga væl fyri, tó at stovnsmetingarnar vóru heldur lægri í fjør enn fyrraárið, sigur Eilif Gaard, stjóri í Havstovuni

Upsi er vorðin virðismikil fiskur. Tað er ikki nú sum fyrr, at lítið fæst fyri hetta fiskaslag. Tá prísurin á upsa er góður, og prísurin á hýsu er lágur, er prísmunurin á hesum báðum fiskasløgum ikki tann stóri. Besti upsaprísur, sum skipini røkka, man tátta í einar 12 krónur fyri kilo, og tá er lítil munur upp til prísirnar á hýsu og toski 4 og 5.

Væl fyri
Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, sigur, at upsastovnurin er rímiliga væl fyri, tó at at stovnsmetingarnar vóru heldur lægri í fjør enn fyrraárið, sigur Eilif Gaard, stjóri í Havstovuni.
Hann vísir á, at tað er gott tekin, tá nógv er til av smáum fiski í einum fiskastovni, og soleiðis er eisini, nú nógvur smáupsi er á havleiðunum.
- Nú vita vit ikki enn, hvat stovnsmetingarnar fyri upsa fara at siga fyri árið, sum vit eru í, men hesar verða gjørdar nú til várs.
Eilif Gaard heldur, at tað sjálvandi er spell, at so nógvur smáupsi verður veiddur, men hann fegnast um, at útlitini hjá upsastovninum eru rímiliga góð, sum tey hava verið seinnu árini.

Svimur nógv
Stjórin á Havstovuni vísir á, at upsi ferðast nógv, og hann ferðast bæði uppi og niðri í sjónum.
- Men allar tær ábendingar, sum vit hava, siga, at upsastovnurin er rímiliga væl fyri, endurtekur Eilif Gaard.