Smátúgvur í Stóra Pakkhúsi

Leygardagurin var sjáldsamur og søguligur dagur í Suðuroyni, tí tá var útgávudagur, og tað vita menn ikki at siga frá hevur verið í oynni áður. Yrkingasavnið Smátúgvur hjá NePtuN kom alment út við hátíðarløtu í Stóra Pakkhúsi

Útgávudagur var í Stóra Pakkhúsi í Vági leygardagin, har skaldið NePtuN, Niels Petur Nolsøe, signeraði  nýggja yrkingasavn sítt Smátúgvur.
                      Hetta er fyrsta yrkingasavn hansara, hóast Niels Petur hevur yrkt og verið sera virkin í eini 30 ? 40 ár. Hann byrjaði, tá hann fór á læraraskúla i sekstiárunum. Helt so fram, tá hann kom aftur til Vágs, har eittnú nýggjárshaldini við skemti og tættum vóru á skránni. Mangt borðhald sunnan- og norðanfjørðs hevur eisini notið av skaldagávum hansara og rúgvan av sangum til ymisk høvi er stór. Eisini vinmaðurin Robert McBirnie hevur bílagt mangan táttin til sendingar í ÚF.
                      Sum skilst, so er mangt yrkt til lokal tiltøk ella ymsar familjuveitslur. Tí er ikki alt sum kann gevast út og er talan tí um yrkingar í úrvali, sum nú koma í yrkingasavninum, sum telur 171 síður.
                      Útgávudagar eru sjáldsamir í Suðuroynni og onkur røðari vildi vera við, at hetta er tann fyrsti av sínum slag í oynni.
                      Røður vóru hildar á hátíðarhaldinum leygardagin. Hans í Líðini, skaldabróðir Niels Petur, fagnaði yrkjaranum og savninum og ynskti, at hetta skuldi lýsa øðrum fram á leið og at hetta bert var tað fyrsta av fleiri frá NePtuN. Sverri Midjord segði vegna mentanarnevnd Tvøroyrar Býráð, at hetta var kærkomið, tí talan var um góðan yrkjara, sum eisini er hálvur tvøramaður. Men tá um mentan ráddi, so var Vágur fleiri (grinda)bátslongdir frammanfyri hinar bygdirnar, tók Sverri skemtiliga til, innan hann handaði Niels Peturi blómukurv við heilsan, ið var sett upp sum yrking.
                      Yrkjarin sjálvur fegnaðist, men var rørdur, so hann ikki visti, um hann var førur fyri at siga nakað, men pallvandur sum hann er, so kom góð og skemtilig røða burturúr.
                      Ljóðmur tók lut við sangi og eisini var felagssangur. Og so kundu fólk ogna sær savnið og fáa skaldið at signera og røðin var long, tá hetta kom fyri á fyrsta útgávudegi í Suðuroynni, tað fólk minnast.