Smátíðindi um bilar

Astra met sølu í Europa

Opel/Vauxhall Astra vóru væl umtóktir bilar í Europa í 1999, har teir høvdu eina metstóra sølu uppá 745.000 bilar á vestur- og miðeuropeiska marknaðinum, har sølan vaks við 18,2% síðan 1998.

Eisin vóru Opel/Vauxhall Astra Wagon mest seldi stationvognur í Europa í 1999.

63 føroyingar keyptu sær ein Astra í 1999.


Pick-upar væl umtóktir í USA

Pick-upar ella smærri lastbilar eru betur umtóktir enn persónbilar í USA.

Í 1999 vóru 53% av øllum nýggjum bilum smáir lastbilar, men tað er sera sjáldan at nakað er í lastini.

FDM/Motor


Eisini Jeepar

Tað verða eisini seldir nógvir bilar við trekk á øllum fýra hjólunum, Jeepar og Pick-upar í USA. Ein nýggj kanning vísir, at umleið 10% av øllum fýrahjólstrekkjarum í USA koma út fyri at koyra á vegi, sum ikki er asfalteraður.

FDM/Motor





Renault Avantime

Renault kemur ætlandi við einum stórum nýggjum bili í ár. Hesin Avantime líkist einari blanding av coupé og stationvogni. Fyrsta útgávan verður við einum 3.0 motori við 210 hk, seinni kemur ein 2.0 motorur við 140 hk.

FDM/Motor