Og Henrik Old heldur fram í viðmerkingunum til broytingaruppskotið, at hetta ger, at væl meiri verður roynt eftir toski, enn um bátarnir fingu høvi at royna allar møguleikar, t.d. eftir upsa við snellu, sum kann vera ein ógvuliga skiftandi fiskiskapur.
? Harumframt kundi verðið roynt við lívu eftir hvítingi og á djúpum vatni eftir brosmu og longu, umframt kalvalínu sjálvandi, sigur Henrik Old í viðmerkingunum.
Minni í inntøkutrygd
Og víðari sigur javnaðartingmaðurin, at teir, sum nú standa fyri landsstýrismeirilutanum, áttu at vitað, at fleiri møguleikarnir eru, minni verður goldið út í inntøkutrygd.
? Ein bátur kann, um tað fellur á gott veður, fáa einar 18?20 dagar pr. mánað í mai-juni, har fleiri styttri fiskidagar eru ímillum, men hetta kann samanlagt gerast ein góður mánaður.
Bátar undir 15 BRT
? Her er talan um 1/3 av árinum, og kann sostatt 1/3 av døgunum verða drigin frá fyri hesa tíðina. Síðani eigur møguleiki at vera fyri at geva undantak fyri hesum frádrátti til bátar, sum leggja størri dent á línuróður um veturin, sigur Henrik Old.
Uppskotið er galdani fyri bátar undir 15 BRT á húkaveiðu.