Fimleikagalla var í Bylgjuni í Runavík í gjárkvøldið, og her vórðu fimleikarar heiðraðir. In.fo fylgdi gongdini og hevur nú kunngjørt øll, sum vórðu heiðrað á stóra tiltakinum.
Í gjárkvøldið kunngjørdu vit leypandi fleiri av teimum, sum fingu heiður, og nú í kvøld hava vit kunngjørt tey, ið eftir vóru og sum eisini vórðu heiðrað á tiltakinum í Bylgjuni.
Um Ársins lið verður sagt soleiðis:
Liðið hevur verið nakað heilt fyri seg í kappingini. Hóast unga aldurin, eru hesar smágentur greipuvinnarar; tær vunnu FM og seinni steypakappingina.
Vit gleða okkum at síggja liðið aftur komandi kappingarár. Heiðurin sum Ársins lið 2022 fingu Smágenturnar Ara úr Ljósinum.
##med2##