Føroyskir kokkar luttóku í farnu viku á North 2014-átakinum í New York. In.fo hevur heitt á fyriskipararnar Solea Faroe Islands um at greiða okkum nærri frá tiltakinum.
North 2014-átakið hevur til endamáls at marknaðarføra Norðurlondini sum heimsins bestu gourmet-destinatión. Úrslitini av Ny Nordisk Mad, sum m.a. Leif Sørensen var við til at undirrita, hevur sett síni spor og hevur sett norðurlond á heimskortið. Matmentanin á norðurlendsku matstovunum roynir í stóran mun at nýta sínar egnu rávørur og nýtulking av upprunauppskriftum og matmentan.
Roynt verður at byggja hesa norðurlendska matmentan upp. Hesin ‘trendurin’ hevur longu spreitt seg til USA, og tí er løtan tann rætta, at marknaðarføra norðurlenskan mat og matvørur, og í okkara føri Føroyskan mat og matmentan ‘over there’.
Tey norðurlendsku londini, ið luttóku, vóru Finland, Svøríki, Danmark, Noregi, Føroyar og Ísland.
Hetta er annað árið á rað, at North-átakið er, men fyrstu ferð at Føroyar luttaka. Luttøkan varð stuðlað av Vinnuframa, THOR, Basalt, Hotel Hafnia, Fiskivinnuroyndir, VisitFaroeIslands, Orca, Hiddenfjord, Krás, Rainbow Seafood, MBM og Fresh Link.
Tann føroyska luttøkan varð grundað á trý tiltøk:
- Ein gourmet-døgurða fyri innbodnum journalistum og vanligum amerikufólkum, sum keyptu sær atgongd (Leif Sørensen og Ruben Maarbjerg Busk).
- Street Food Festival á Brooklyn Brewery, har londini hvør sær høvdu ein bás, har áhugaði í Brooklyn kundu koma og keypa sær mat-billettir og royna norðurlendskir rættir. (Svein Patursson og Ruben Maarbjerg Busk).
- Nordic Hot Dog Championships millum norðanlondini við paneli av journalistum at meta um og døma (Ruben Maarbjerg Busk og Sveinur Patursson, Hotel Hafnia)
Tann føroyski døgurðin, har Leif Sørensen og Ruben Maarbjerg Busk stóðu fyri matinum við hjálp frá kokkinum Svein Patursson, var sera væl eydnaður.
Heitið á hesum tiltakinum var “A Faroese Fairytale”, og tað má sigast, at tað var tað. Tiltakið varð gjøgnumført við stórum nøgdsemi millum luttakararnar, og tað var ikki ein einasti luttakari, sum ikki ynskti at koma til Føroyar á vitjan. Rávøran var framúrskarandi og kokkakynstri ikki minni, og við føroyskum tónleiki hjá Eivør í bakgrundini, við góðari søguforteljing úr Føroyum og føroyskum myndum frá filminum hjá VisitFaroeIslands, skaptist ein føroyskur hugni, sum bert vit kenna til her heima, men sum stórliga hugtekur tey fremmandu. Ein kundi havt hug at sagt, at her smakkaðu amerikumenn Føroyar við øllum sansum.
Føroyingar vóru so hepnir at filmurin hjá Visit Faroe Islands varð vístur upp á eitt lørift, sum hekk í einum stórum vindeygað við eitt vegamót nærindis Brooklyn Bridge. Mett verður, at hetta gav Føroyum fýra tímar eyka marknaðarføringsvirði. Filmurin gjørdist sera sjónligur í hesum vegamóti og mong vóru tey, sum steðgaðu á uttanfyri, fyri at fylgja við filminum.
Føroysku kokkarnir luttóku eisini á Street Food Festival á Brooklyn Brewery, har kokkurin Svein Patursson, souschef á Hafnia, stóð fyri matgerðini. Her borðreiddu Sveinur við tí føroysku jákupskeljini, sum eisini verður seld í USA í dag. Tað er føroyska fyritøkan Thor í Hósvík, sum útflytir jákupskeljina til USA (undir føroyskum brandi). Tað var væntað ein luttøka á 1000 fólkum á Street Food Festivalinum, men tá avtornaði, so høvdu fleiri enn 2000 luttakarir keypt sær matarseðil til smakkingarnar. So føroyska toymið hevði úr at gera hendan dagin, og tað var sera stórur áhugi fyri Føroyum og føroysku skelini.
Ì samband við Nordic Hot Dog Championships á seinna Street Food Festival degnum, vunnu Danir kappingina. Tað er kanska ikki so óvæntað, tá hugsað verður um, at tað eru danir, sum hava “uppfunnið” hot-dogin. Í dómarapanelinum tók tann eini av teimum 4 New York-dómarunum Føroyar fram, og peikaði á ta serligu dygdina, sum tann føroyska rávøran hevði. Og tað er at fegnast um, tí slíkt hevur stórt marknaðarføringsvirði.
Um takast skal samanum, so er New York ein sera stórur marknaður at fara inn á, og verður hann ikki vunnin við einum taki. Tað er tó eingin ivi um, at Føroyar als ikki smæddust burturímillum hini norðurlondini – hóast vit kanska onkuntíð halda, at vit eru ov smá í mun til hini. Føroyar var sera sjónligt við okkara vøkru og imponerandi myndum, skiltum og plakatum, og sum toymi vóru føroysku umboðini sera sjónlig við teirra svørtu troyggjum við logo’inum hjá Visit Faroe Islands og flotta navninum, The Faroe Islands, á rygginum. Amerikumenn vístu sera stóran áhuga fyri Føroyum og á teimum ymsu tiltøkunum vórðu skapað bond, sum byggjast kunnu víðari á, og sum uttan iva meiri fer at spyrjast burturúr.
Matskráin á "A Faroese Fairytale" varð hendan:
Forrætur
hummari, toskur, tari, kips av fiskaskræðu
TOSKUR av Føroya Banka
“sjótrøflur”
KRABBI
hvítarót
JÁKUPSSKEL
kálrabi
LAKSUR
fennika
LAMBSKJØT
sellarí, tari
RABARBA
malt, meistaraurt