Mitsubishi L200 hevur í mong ár verið ein kendur og væl umtóktur pick-up, sum verður nógv brúktur sum arbeiðsbilur og av teimum, ið hava serligan flutningstørv og t.d. koyra á ósløttum ella í brøttum lendi.
Hesin nýggi L200 er ein heilt nýggjur bilur, sum veruliga sær út av nøkrum. Hann sær nokk so amerikanskur út og er helst eisini gjørdur við amerikanska marknaðinum fyri eygað.
Mitsubishi L200 verður gjørdur við bæði einkultari kabinu (Club Cab) og við dupultari kabinu (Double Cab). Double Cab er faktiskt ein rúmligur 5-perónabilur við last.
Innan er eisini alt nýdesignað. Í instrumentborðinum er ein telda við t.d. barometri, kumpass, hæddarmátara, temperaturmátara og brennievnisnýtslumátara.
Motorurin er ein 2.5 litur DI-D diesel við commonrail innspræning og 136 hk. Snúningsmomentið er upp á 314 Nm við 2.000 o/min, so talan er um ein bil ið orkar væl, hóast hann er tungt lastaður.
Super Select 4WD skipanin ger tað lætt at skifta millum 2WD og 4WD, meðan bilurin koyrir við eini ferð upp til 100 km/t.
Viðvíkjandi trygdini kunnu vit nevna at L200 hevur bæði elektroniskt stabilitetkontroll og antispinn, ASTC (Active Stability and Traction Control), sum gevur bilinum upp aftur betur 4x4 eginleikar undir vánaligum koyriumstøðum.
L200 er sera væl útgjørdur, og so gott sum alt er standard, sum t.d. ABS bremsuskipan við EBD, heilautomatiskt aircondition, hiti í setrunum, el-síðuspegl við hita, trinbretti á síðunum, útbygdar skermar, alu-felgur og tokulyktir.
L200 fæst bæði sum persónvognur og sum Van. Bíligasti L200 kostar kr. 255.000,-, tá er talan um ein Club Cab í Invite útgávuni.