Smartur og sportsligur elbilur frá VW 

VW víðkar nú úrvalið við enn einum elbili. Talan er um VW ID.5, sum er ein smartur coupé, ið er ein rúmligur og væl útgjørdur fult elektriskur familjubilur við nógvum væl umhugsaðum loysnum.

 

VW ID.5 er coupé-útgávan av ID.4.

 

Motorjournalistar eru samdir um, at VW ID.5 er væleydnaður í síni konstruktión, eins og tøknin virkar sannførandi. Bilurin koyrir langt upp á løðingina og kann t.d. sleipa ein stóran viðfestisvogn.

 

Bilførarin situr væl og hevur gott útsýni til allar síður. Eisini er gott pláss at leggja lutir frá sær millum forsetrini. Føraraplássið er einfalt og smart, har tær flestu funktiónir kunnu stýrast frá stóra skíggjanum í miðjuni á instrumentborðinum.

 

Framman fyri bilføraran er eitt minni display, sum vísir ferðina á bilinum, hvussu nógv er eftir av løðingini og annað. Í øllum útgávunum er tráðleyst Apple CarPlay og Android Auto.

 

Bilurin er útgjørdur við motorbremsu, har tað er møguligt at koyra bilin einans við at nýta spitarapedalin til at regulera ferðina við. Fótbremsan er einans neyðug til harða bremsing. Allar útgávurnar hava fartpilot.

 

Hetta er ein sera praktiskur bilur. Talan er um ein 5-persónabil við góðum beinplássi til øll tey ferðandi í bilinum. 

 

##med2##

 

Til bilin fæst ein ein app, har til ber at tendra hitan í bilinum, so hann t.d. er heitur hvønn mánadag til hósdag klokkan 7.30, men fríggjadag skal hann verða heitur klokkan 8.30. Eisini sæst til eina og hvørja tíð, hvussu nógvan streym bilurin hevur.

 

Bilurin, vit royndarkoyrdu, er ein ID.5 Pro Performance við t.d. LED for- og baklyktum, multifunktiónsróðri við hita, adaptivan fartpilot, parkeringssensorar, hita í setrum, neyðløðikaðal, panoramasóltak, designpakka plus og multimedia pakka.

 

Hann hevur 77 kWh battarí, 204 hk og koyrir upp til 514 km við einari løðing.

 

ID.5 Pro Performance er ein góð uppliving; hann er kvikur og væl doyvdur, so lítið hoyrist til hjólini undir koyring.

Bilurin kann síggjast og roynast hjá Bilasøluni í Hoyvík. Prísurin er 523.000 krónur áðrenn mvg afturbering - og 453.000 krónur eftir mvg afturbering.  

 

##med3##

 

##med4##