Tað mangla handverkarar og tað mangla lærlingar í byggivinnuni. Hetta er longu ein trupulleiki og støðan tykist versna. Óneyðug gjøld og ein smidligari yrkisnámsskipan hevði økt um motivatiónina hjá handverksmeistarum at upptaka lærlingar, minnir Føroya Handverksmeistarafelag politikkararnar á, nú einans tveir dagar eru eftir til valið.
Ymisku feløgini í Vinnuhúsinum hava seinastu dagarnar lagt fram síni valynski, nú va stundar til.
Føroya Handverksmeistarafelag vísir á, at hóast tilgongdin av lærlingum hevur verið betri hesi seinastu árini, so eru holini enn stór, eftir teir, sum eru farnir til Noregs at arbeiða. Felagið ynskir tí, at umstøðurnar verða betraðar, so tað verður smidligari at taka lærlingar inn. Ítøkiliga ynskir felagið, at skúlarnir framyvir kunnu taka lærlingar inn tvær ferðir um árið. Sum nú er, hava meistararnir antin ongar ella allar lærlingarnar hjá sær í arbeiðið í senn, su ger tað trupult at leggja arbeiðið til rættis.
- Tað, at hava ungar menn og kvinnur í læru, er týdningarmikið bæði fyri ungdómin og fyri vinnufyritøkur. Ungdómurin fær møguleikan at ogna sær eina holla útbúgving, sum er nógv eftirspurd, og vinnan fær atgongd til dugnaliga arbeiðsmegi. Lønin, lærlingar fáa í lærutíðini er væl hægri enn studningurin onnur undir útbúgving fáa, og er hetta gott fyri rekrutteringina, skrivar felagið.