Smiðurin á lærinum tá nýggi báturin vann

Kappróður: Sámal Hansen ivast í, um støðið er hækkað nakað serligt, síðani hann róði við gamla Eysturoyingi fyri tíggju árum síðani

Kanska var tað veðrið, sum gjørdi tað. Undir øllum umstøðum er tað ein veruleiki, at talið var ikki serliga stórt á fjarðbúgvunum, sum fóru høgligu leiðina norður til Klaksvíkar at síggja, hvussu tað fór at hilnast hjá nýggja tíggjumannafarinum, tá tað fystu ferð skuldi royna seg í týdningarmiklari kapping.

Men tey av eystara arminum av Skálafjørðinum, sum vóru í Klaksvík leygardagin, sóu teirra egnu sýna ein sovorðnan uppvísningsróður, sum sjáldan ella kanska ongantíð kemur fyri. Nýggi Eysturoyingur vant burtur úr øllum hinum, og skal norðoyastevan einsamøll brúkast sum mátistokkur, so er ilt at síggja, at talan yvirhøvur kann gerast um nakra kapping í ár.


Smiðurin á lærinum

Tað plagar at vera soleiðis, at bátasmiðurin fylgir væl við, tá nýggjur bátur fyrstu ferð verður royndur.

Soleiðis var tað eisini hesaferð. Men tað var óvanligt, at bátasmiðurin, 29 ára gamli Sámal Hansen úr Runavík, var umborð á bátinum, har hann bakborðsmegin legði alla orku í á lærinum:

? Tað var rættuliga skjótt, at vit í eygnakrókunum fóru at síggja hinar bátarnar. Fyrstu løtuna undir Kunoyarnesið var púra slætt, men millum fimtan hundrað og túsund metra málið var eitt sindur ófriðarligt, og vit kendu tað, sum um árarnar læstust fleiri ferðir. Vit vóru sjálvsagt bangnir fyri, at vit mistu, men allir bátarnir vóru í somu støðu í lotinum, sum var beint undan, og tá tað slætnaði aftur, tá vit komu inn móti Kósabrúnni ivaðust vit ikki í, at vit vóru so væl fyri, at vit fóru at vinna. Men tað var nógv lættari, enn vit høvdu roknað við.

Kom tað púra óvart á teg, at tit fóru at vinna?

? Tað vil eg ikki siga. Vit vóru á bygdastevnuni á Skála, og tá vunnu vit greitt á Vestmenningi og Kjøli, so vit vóru greiðir yvir, at møguleikin var har.

Heldur tú, at tað var ov lætt?

? Hesa ferð gekk tað upp á stás, men tað vil ikki siga tað sama, sum um at vit eru upplagdir vinnarar á øllum hinum stevnunum. Tað snýr seg nógv um, hvussu tað tørnar út í einstaka róðrinum. Hjá okkum er spurningurin, hvussu vit bera okkum at, um vit ikki fáa besta startin. Tá tú ert fremstur, er tað nógv lættari, tí sinniliga yvirskotið veksur, og tú hevur sjálvsálit at leggja til rættis, soleiðis sum tú ætlar tær. Vit vóru títtir fyrstu løtuna, men so róðu vit leingi meiri seigan, og tað var, sum vit høvdu ætlað.


Støðið er ikki broytt

Umborð á nýggja Eysturoyinginum, sum leygardagin fyrstu ferð fer at royna seg í heimasjógvi, hevur manningin drúgvar royndir í kappróðri.

Elsti maður umborð fylti 31 ár leygardagin, og yngsti maður er 18 ára gamal. Ein er 30, ein 29, ein 27, og hinir eru niður í 19 ár.

Sámal Hansen er sjálvur annar eftir frá góðu manningini, sum var við gamla Eysturoyingi, ið vann fleiri ferðir í 1987, 1988, 1989 og aftur í 1992 róðu teir væl. Hinir hava allir róð áður. Onkrir hava verið við Sølmundi, sum hevur staðið seg væl, og onkrir vóru við Tjaldrinum, tá tað vann FM í 1991:

? Tá vandu vit nógv, og tað gekk væl. Síðani tá hava vit hoyrt og lisið nógv um, at støðið er hækkað, tí bátarnir hava vant so nógv meiri. Í ár hava vit tikið tíðir, og sammett við nevndu árini hava vit sæð, at tað hevur sæð gott út hjá okkum, men vit hava ikki verið vísir í, hvussu hetta hevur verið sammett við hinar bátarnar.

Sámal Hansen sigur, at teir flotaðu bátin fyrstu ferð leygardagin 18. apríl, og síðani 20. apríl hava teir vant einar fimm ferðir um vikuna.

Hinar manningarnar hava vant umleið tað sama, sum teir á vinnarabátinum á norðoyastevnu hava vant. Umborð á Vestmenningi eru nógvir av teimum, sum í fjør róðu við Gullbrandi, umborð á Kjøli eru fýra nýggir, og umborð á Havnarbátinum eru tríggir nýggir:

? Eg ivisti ikki í, at kappingin fer at økjast, men tað hevði sjálvsagt verið hugaligt hjá okkum, um tað hevði eydnast at vunnið á Skálafjarðarstevnu.


Mest sjálvlærdur

Bátasmiðurin, sum hevur smíðað nýgja Eysturoyingin og sum var við til at vinna fyrsta FM róðurin við honum leygardagin, hevur ikki staðið í læru at smíða bátar:

? Eg havi havt stóran hug fyri hesum handverkinum, og tey síðstu árini, tá Andreas Hammer smíðaði bátar, gekk eg inn til hansara. Í 1988 smíðaði hann Ternuna, og tá plagdi eg at halda fyri, tá hann klinkaði.

Sámal Hansen, sum er jarnsmiður, hevur smíðað ein annan kappróðrarbát, og tað er Kjølur. Hetta er triðja árið, at tann báturin tekur lut í kappróðrinum.

? Báðir bátarnir hava akkurát somu mátini undir vatninum. Omanfyri eru mátini ikki heilt tey somu, men tað hevur ikki so nógv at siga.

Hvar hevur tú fingið mátini frá?

? Áðrenn eg fór undir Kjøl, kannaði eg og tók mát av bátum, sum Niklas í Koltri hevur smíðað. Serliga var eg áhugaður í Skálabátinum, sum vit altíð hava mett at vera góðan gongubát.

Ert tú farin undir nakran nýggjan bát?

? Onkur leysligur fyrispurningur hevur verið, men einki er komið uppá pláss. Eg havi annað arbeiði. At smíða kappróðrarbátar er frítíðarítriv, tíðin er avmarkað, og tí verður talan ikki um meiri enn ein bát um árið, greiðir smiðurin og ein av vinnarunum umborð á Eysturoyingi frá.