Tað vildi verið skeivt at hildið fast við, at lítið og einki hendir í Føroyum.
Várið er komið og vit eru í bestu agurkutíð. Tað merkir, at tey, ið hava vakstrarhús, passa síni jarðber, agurkur og annað, meðan miðlarnir grava eftir fjaldum tíðindum, tí so lítið sjónligt hendir, nú frítiíð nærkast, og fólk – eisini politikarar – byrja at taka sær av løttum.
Men so hendir tað: Eitt risastórt skip fer upp í royk mitt í einum hinum tættast bygda økinum í Føroyum. Og skipið er fult í olju, skúmbjálving, og ammoniak í stórum mongdum er eisini umborð. Og skipið liggur við bryggju á Skálafjørðinum og allir endar – uttan ein – farast í eldinum. Vandin fyri at eld- og roykbumban fer til havs er stórur, innan tað eydnast at gera fast.
Miðlarnir eru óførir, gera veruliga sítt. Átaksleiðarar fáa neyvan stundir til annað, enn at skiftivís tosa við teir ymsu miðlarnar, ið eru til reiðar alla tíðina. Men eisini hesin eldurin slóknar umsíðir, hóast miðlablástur.
Samstundis kunnu óhóskandi skemtisøgur so stuttleika teimum, ið ikki eiga álvara í sálini, so sum, at slíkt er gott dømi um eldsálir á økinum, ella at Thor søkir eftir eldhugaðum fólki.
Men annað hendir eisini handan royktámið. Vit bryggja nú sterkt her á landi. Tað er endaliga samtykt, hóast miðlar endaliga tyktust staðfesta hetta longu eftir 2. viðgerð. Hvørja ávirkan tað fer at hava, verður kjakast um, men eitt er vist; sterkari løgur, størri ávirkan! Annars eru mong, ið ganga í einum gleðisrúsi um samtyktina, meðan onnur syrgja. Soleiðis er tað nú einaferð við slíkum.
Politikarar eru ósamdir. Loysingarvongurin klandrast, og oddafiskarnir eru ikki samd við fremsta odda, tá tað snýr seg um stjórnarskipanaruppskotið. Og bólkurin, nevndin, ið hevur arbeitt við málinum, semist heldur ikki, tingið tykist parkera málið – enn einaferð. Veit ikki um hetta eru greið tekin í sól og mána um leiðsluevnir og viðurskiftir?
Vit hava fyri fyrstuferð eina minnilutastjórn. Ongin áhugi millum politikarar fyri misálitið ella at hava val í úrtíð, hóast gyltan møguleika fyri at broyta valdsbýtið. Best man vera sum er, og best at sita trygt so longi sum møguligt, so leggjast kann afturat pensjónsuppsparingini. Valið er hóast alt í hondum, og uppstillingarfundirnir gerast meira og meira forvitnisligir.
Og tað tykist, sum fá tey rætt, sum spáddu, at tey frammanundan kendu andlitini nýta sítt kenda andlit sum lopfjøl upp um lágu tinggáttina.
Hvørt ókend bygdafólk, sjómenn ella bóndur klára at vinna sær veg fram í ljósið, fer at vísa seg, men mangt bendir á, at hevur ein ikki gjørt sær fyri skommum, sagt okkurt skilagott ella tápuligt í sjónvarpinum, ella á Facebook, so er ongin møguleiki.
Vikan í stuttum er, at nógvur roykur var, men ongin valdsgirnd, og brátt byrjar langa politiska summarfrítíðin.