Smokie: Vit spæla alt, tit hava hoyrt í útvarpinum

Smokie fara á pallin nú, og sangarin Mike Craft gleðir seg nógv at sleppa at spæla í Føroyum aftur

Mike Craft, sangari í Smokie, gleðir seg nógv til at spæla fyri føroyingum í kvøld. Smokie hava spælt í Føroyum fleiri ferðir, og tað er líka stuttligt at koma til Føroya hvørja ferð.

 

- Vit gleða okkum ordiliga nógv. Hvørja ferð Føroyar kemur á okkara lista, hugsa vit “Fantastiskt! Vit sleppa aftur til Føroya!”. Men tíverri er veðrið ikki líka gott, sum seinast vit vóru her, sigur Mike Craft.

 

Tað er blivið nokkso vanligt hjá teimum at koma til Føroya at spæla. Teir komu úr Danmark í morgun og spældu í Svøríki í gjár. So teir vóru tíðliga uppi í morgun fyri at ferðast til Føroya. 

 

Hann fortelir, at sum tónleikari mást tú ferðast nógv. Tá mann fer frá konsert til konsert og frá landi til land, krevur tað rættiliga nógv.

 

- Vit fara til floghavnina og so til hotellið, so spæla vit konsert, og so fara vit aftur á hotellið… og so aftur á floghavnina. Soleiðis koyrir tað runt allatíðina hjá okkum. Hatta er lívið “on the road”. Tað kann blíva eitt sindur hart til tíðir, men vit eru bara heldigir, at vit hava eitt arbeiði.

 

Smokie hava spælt saman í nógv ár, so teir eru allir góðir vinmenn og hava tað gott við hvørjum øðrum. Teir trívast væl í tí, teir gera.

 

- Fólk spyrja okkum, hvat okkara loyndarmál er. Men vit hava ikki ordiliga eitt loyndarmál. Vit finna bara væl útav tí við hvørjum øðrum og elska tað, vit gera.

 

Av konsertini í kvøld kunnu áskoðararnir vænta eitt festligt og lívligt show. Mike Craft vil ikki avdúka tey spesifikku løgini, teir fara at spæla, men út frá tí hann sigur, er tað rættiliga sannlíkt, at hitt sum “Alice” og “Oh Carol” verða at hoyra.

 

- Vit fara at spæla umleið alt tað, tit hava hoyrt í útvarpinum, lovar hann.

 

Teir fara longu avstað aftur tíðliga í morgin, so teir fáa ikki høvi at síggja so nógv av Føroyum hesa ferð. Mike Craft sigur, at tað má bíða til næstu ferð, teir koma.

 

Teir spæla nú klokkan 20:30 á stóra pallinum.